Klaksvíksvegur verður asfalteraður

- Arbeiðið verður skipað soleiðis, at koyribreytin verður fresað um dagin, og síðan verður asfalt lagt á um kvøldið.

Í Klaksvíkar kommunu siga tey í dag, at Klaksvíksvegur nú verður asfalteraður.

 

- Vegastrekkið frá Føroya Bjór til Kommunubrekkuna verður asfalterað hósdagin og fríggjadagin, 19. og 20. mai.

 

Ferðslan verður tarnað, meðan arbeiðið er í gongd.

 

- Arbeiðið verður skipað soleiðis, at koyribreytin verður fresað um dagin, og síðan verður asfalt lagt á um kvøldið.

 

Lagt verður aftrat, at eftir klokkan 16.30 verður ferðslan um hesar leiðir leidd við ljósregulering.