Kláraðu tað við neyð og deyð

- Tað var akkurát, so at vit kláraðu tað. Men vit eru ómetaliga fegnir. Og móttøkan, vit hava fingið í Føroyum, er hjartanemandi.

 

Tað sigur Eyþór Eðvarðsson, ein av fýra íslendingum, sum um níggju tíðina í kvøld løgdu at landi í Porkeri eftir at hava róð heilt úr Oyrkneyoyggjum til Føroya.

 

Teir hava sett sær fyri at rógva úr Noreg til Íslands umvegis Orkney og Føroyar.

 

Teir fóru úr Orkney sunnumorgunin síðani og vónaðu at kláraðu ferðina til Føroyar upp á hálvtfjórða samdøgur.

 

Men 100 fjórðingar úr Føroyum brotnaði róðrið, og tá vóru teir illa staddir, tí teir fingu ikki stýrt.

 

- Vit royndu at rigga kjølin til at stýra, men tað gekk illa. Nú høvdu vit eitt ilt av einum róðri, men ongan kjøl, so tað var heilt ómetaliga strævið at rógva.

 

- Serliga hesar síðstu tímarnir vóru harðir, tí tað var fitt av vindi eystaneftir. Hann førdi okkum vestureftir og hótti við at taka okkum vestan fyri Suðuroy.

 

- Av tí at vit hvørki høvdu róður ella kjøl, máttu vit stríðast ómetaliga hart at halda bátinum upp, og vit kláraðu tað við neyð og deyð, sigur Eyþór Eðvarðsson.

 

Hann sigur, at svøvnur hevur verið lítil og eingin, og alt umborð er flotvátt.

 

Men hann er glaður fyri, at teir kláraðu tað, og hann er eisini glaður fyri móttøkuna í Porkeri, sum hann heldur var hjartanemandi.

 

Tað var heilt fitt av fólki á bryggjuni og tók ímóti teimum, og í annaðkvøld verður móttøka fyri teimum.

 

Nú ætla teir at hvíla seg og at umvæla róðrið. men um vikuskiftið gongur leiðin til Havnar á ólavsøku, hagar teir eisini ætla sær at rógva.

 

Eftir ólavsøku halda teir leiðina fram til Íslands, so skjótt líkindini verða

 

Men hví gera teir eina slíka ferð?

 

- Tað er fyri at heiðra okkara felags søgu, vit hava í Noreg, bretsku oyggjarnar, Føroyar og Íslandi.

 

Teir kenna væl til bragdið, Ove Joensen úr Nólsoy gjørdi, tá ið hann róði úr Føroyum til Danmark.

 

Men so vítt teir vita, er tað eingin, sum hevur róð úr Noreg, umvegis Orkney og Føroyar til Íslands, so ein motivitatión er eisini at skriva søgu.

 

- Skalt tú rógva eina slíka ferð, skalt tú av álvara verða motiveraður, leggur hann afturat.

 

Myndina av fýra fegnum rógvarum, tá ið teir tóku land í Porkeri í kvøld, tók Mortan Holm.