Sørvágs kommuna skrivar, at økið er 4.200 fermetrar til støddar, og her skal tyrlusimulatorurin hjá Atlantic Airways standa. Tað arbeiðið verður ferð í gongd fyrst í komandi ári.
Farið varð undir arbeiðið at planera seinast í august, og 8. september varð fyrsta skotið latið av. Arbeiðið hevur gingið væl, og bæði tíðarætlan og kostnaðarætlan hava hildið. Tað er J&K sum hava planerað økið, og Sørvágs kommuna er sera væl nøgd við væl frágingna arbeiðið.
Fyrr í ár keypti kommunan 44.000 fermetrar aftrat frá Vørðufelli til at víðka um verandi vinnuøki. Av hesum eru 15.700 fermetrar longu seldir, harav 14.200 fermetrar til Atlantic Airways, og 1.500 fermetrar til Sp/f K.J.O.
– Flogvøllurin er eitt høvuðsportur út í heim, og tí vil altíð vera ein natúrlig atdráttarmegi fyri vinnuna til hetta øki. Í summar kom ein høll upp at standa, sum ferðavinnufyritøkan 62N eigur.
Í løtuni eru arbeiðsfólk í gongd við at byggja eina høll oman móti vegnum. Tað er felagið Arctic eigur hesa høllina, og teirra virksemið er bilútleigan, skrivar Sørvágs kommuna.
Støðugur áhugi og fyrispurningar eru fyri vinnuøkinum, og Sørvágs kommuna vónar, at við teimum eftirverandi fermetrunum er tørvurin nøktaður fyribils. Umráðandi er støðugt at hava stykki tøk til vinnuna, skrivar kommunan.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##