Klárt til hálvfinalurnar í steypakappingini

Hondbóltur: Fyrru hálvfinalurnar verða um vikuskiftið, meðan seinnu hálvfinalurnar verða mitt í komandi viku

Steypakappingin í hondbólti er komin til hálvfinalurnar. Seinasta umfar í bólkaspælinum var í vikuni, og nú er geitt nær hálvfinalurnar eru.

Um vikuskiftið verða fyrru hálvfinalurnar og tær eru allar í høllini á Hálsi. Leygardagin er tað Kyndil, sum hevur heimavølli móti avikasvist VB kvinnum og monnum hjá VÍF. Sunnudagin eru tað liðini hjá Neistanum, sum taka móti H71 hjá monnum og VÍF hjá kvinnunum.

Seinnu hálvfinalurnar verða so mikukvøldið og hóskvøldið.

Fyrru hálvfinalurnar:

Leygardagin 24.01.15 kl. 17.00 Kyndil – VB (kvinnur)

Leygardagin 24.01.15 kl. 18.30 Kyndil – VÍF (menn)

Sunnudagin 25.01.15 kl. 16.00 Neistin – H71 (menn)

Sunnudagin 25.01.15 kl. 17.30 Neistin – VÍF (kvinnur)

Seinnu hálvfinalurnar:

Mikudagin 28.01.15 kl. 20.00 H71 – Neistin (menn)

Mikudagin 28.01.15 kl. 20.00 VÍF – Kyndil (menn)

Mikudagin 28.01.15 kl. 20.00 VB – Kyndil (kvinnur)

Hósdagin 29.01.15 kl. 19.30 VÍF – Neistin (kvinnur)