Klasnic vil ikki umbera seg

Tá Ongland vann stórsigur á Kroatia í farnu viku, brustu enski verjuspælarin John Terry og kroatiski álopsspælarin Ivan Klasnic saman. Eftir dystin segði Terry, at Klasnic hevði spýtt seg í andlitið, og hann kravdi eina umbering. Men Klasnic vil ikki geva nakra umbering.

- Tað einasta, um eg havi fyri neyðini at umbera, er avrikið hjá okkum. John Terry fær ikki nakra umbering frá mær fyri, hvat hendi í dystinum, sigur Klasnic sambært News of the World.