Hergeir Nielsen
Vit í Tjóðveldisflokkinum hava í løgmansrøðum, fíggjarlógarviðgerðum, og í gerandis politiskum orðaskiftum seinastu árini støðugt víst á, at búskapargongdin er á eini álvarsliga avlagaðari kós.
Fakfeløgini hava sagt nakað tað sama, og hava serliga vegna lægru inntøkurnar harmast um óhepnu gongdina í órættvísu skattsetingini av skattgjaldarunum.
Tað hevur verið sum at sletta vatn á gá.
Nú sigur so Búskaparráðið nakað tað sama, sum vit hava sagt, hóast tað er munandi betri orðað.
Ílatið fakliga orðaðan málbúnað og við drúgvum taltilfari, hevur landsstýrið nú fingið ein tann stórsta lúsingin higartil, og tyngdin í búskaparmetingunum hjá ráðnum er neyvt tann sama, sum vit hava roynt at víst á.
Ov lítið fokus er á, hvussu roknskapurin hjá landskassanum ávirkar samfelagsbúskapin.
Vinnan hevur í stóran mun sett seg í størri skuld og fíggjarligan váða.
Rentustuðulin hevur elvt til hægri húsaprísir og økta lánibyrðu.
Rentustuðulin verður brúktur til onnur keyp enn bert húsakeyp, eitt nú til bilar.
Skattalættin stimbrar og økir um hákonjunkturin.
Eingin tørvur er á at styrkja búskapin við skattalætta.
Ein vaksandi partur av tí samlaða skattinum verður útskrivaður, sum proportionalur skattur
Meginreglan í skattapolitikkinum er, at hægru inntøkurnar blíva skattaðar lutfalsliga minni.
- sigur Búskaparráðið í desembur 2006.
Vit í Tjóðveldisflokkinum og fakfeløgini á arbeiðsmarknaðinum eru sostatt á einari leið samd við Búskaparráðnum í frágreiðingini frá desember 2006.
Samstundis sum vit øtast, so boðar løgmaður nú aftur frá, at skattapolitikkurin verður tann sami framyvir, og at hann framhaldandi fer at virka fyri, at hann viknar um skattaprogressiónina.
Harafturat verða fleiri uppgávur lagdar út á kommunurnar, har tær verða fíggjaðar við proportionalum skattum, samstundis sum progressiva skattafíggingin hjá landskassanum minkar.
Ein støðugt vaksandi partur av skattabyrðini verður soleiðis fluttur av breiðu herðunum, ið hava ráð til at rinda fyri seg og sítt.
Samstundis sum Javnaðarflokkurin óskammaður, opið og erliga stendur og lempar alsamt fleiri og alsamt tyngri byrðar yvir tey veiku boygdu ryggjastykkini, so sæst eisini tann myndin í svarinum hjá løgmanni, at góðar inntøkur í dýrum kommunum hava munandi minni eftir enn somu inntøkur aðrastaðni.
Løgmaður sigur, at ein inntøka upp á 600.000 kr. fær 20.000 kr. skattalætta í einari 19,5% kommunu, meðan sama inntøka bert fær 2.000 kr. í einari 24% kommunu.
Eisini hendan avlagaða myndin elvir til, at fólk við góðum inntøkum aftra seg við at búseta seg í teimum fátæku kommununum í útjaðaranum, men leita heldur inn í miðstaðarøki, har tær sleppa fleiri 10.000 tals krónur bíliigari í skatti á hvørjum ári.
Og sjálvandi er myndin lutfalsliga nakað tann sama fyri lægru inntøkurnar.
Vit skilja væl fólkaflokkin og sambandsflokkin, tí hetta er jú teirra politikkur.
Men hvussu vit fegin vilja tað, so skilja vit ikki javnaðarflokkin. Hinvegin skilja vit væl, at eingin tekur telefonina, tá ringt verður til hansara.
Tað man gerast meira og meira møðsamt at billa veljarunum inn, at klassastríðið er av, samstundis sum klassamunurin økist við rívandi ferð.