Hondbóltur
Knappliga 400 áskoðarar eitt týskvøld er ikki so galin undirtøka fyri einum hondbóltsdysti, men tað vísir helst, hvussu hondbóltsbarometrið í Vestmanna er farið upp hesa seinastu tíðina.
Hóast teir fleiri ferðir hava kiksað, so er mansliðið hjá VÍF framvegis við í gullstríðnum, og vunnu teir móti StÍF, stóðu teir enn einaferð við avgerðini í egnum hondum. Afturat vónríku heimaáskoðarunum sóust eisini fleiri Kyndils-fólk, sum helst ætlaðu sær at síggja okkurt taktist hol hjá VÍF, umframt at einstøk Neista-fólk eisini vóru at síggja. Hesi seinastu helst í eini teprari vón um, at frúgvin Fortúna enn einaferð skuldi smíla til teirra, soleiðis at misti møguleikin fyri gullinum kundi koma aftur.
Munur á liðum
Hetta seinasta hendi ongantíð. Og so kann skoytast uppí, at tað var nakað langt ífrá.
Fyrst og fremst tí dysturin sjónliga endurspeglaði, hvussu stóran týdning tað hevur, at leikarar eru uppsettir til dystin. Við sigrinum hjá Kyndli á Neistanum herfyri fekk VÍF enn einaferð eitt stórt sálarligt lyft, nú liðið aftur kann vinna gullið, og tað var eyðsýnt, at leikararnir nú fyri alt í verðini ikki vildu tveita hendan seinasta møguleikan burtur.
Hjá StÍF er støðan ein heilt onnur. Teir hava nú í nakrar vikur verið koblaðir úr FM-stríðnum, og tað er einki at ivast í, at leikararnir mentalt eisini hava sligið seg til tols við, at tað so ikki skuldi verða til nakað í ár fyri teirra viðkomandi.
Hartil mátti StÍF til dystin vera bæði Svein Justinussen og Mihai Marinescu fyriuttan, og tá Marian Cirloganescu eisini framvegis er úti við skaða, so mundi tað vera at kalla betra helvtin av liðnum, sum nú manglaði.
Eli í hopla
Tað stóð eisini skjótt greitt, at tað skuldi verða VÍF, sum var betra liðið á degnum.
Frá fyrsta bríksli royndu teir á heimaliðnum at trýsta leikferðina uppeftir, soleiðis at hon kom at líkjast støðinum, sum talan helst verður um leygardagin. Til tiðir eisini við eini sera offensivari 5-1 verju, sum var væl øðrvísi enn tað, sum vit vanliga hava sæð frá VÍF í ár, og sum helst eisini var ein forsmakkur uppá, hvussu spælið kann koma at koyra leygardagin. Tað var tó eyðsæð, at hetta eisini førdi fleiri mistøk hjá teimum gulu við sær, men hinvegin høvdu strandingar neyvan roknað við hesum, og teir tóktust til tíðir ørkymlaðir av hesum.
Spakuliga komu gestirnir tó eisini eftir spælinum, og teir tíggju minuttirni miðskeiðis í fyrra hálvleiki mundi eisini vera teirra besta løta í dystinum. Tí mundu tað fyri teirra part eisini kennast eitt sindur hugstoytt, at eisini Eli Müller hevði valt hetta til sína bestu løtu, tí líkamikið, hvussu leysir strandingarnir gjørdust, so fekk málverjin ein arm ella ein fót á bóltin, og so fór av álvara at dragna.
Áki sum trumfur
Í steðginum var mest sum allur spenningur fokin, tó at onkrir av heimaáskoðarunum framvegis ikki vóru heilt álvuligir, men var nakar ivi, so varð hesin skjótt beindur av vegnum.
Talan tóktist nú at gerast um rættiligt sorl, tá VÍF mest sum alt fyri eitt økti upp í 22-12, og sjálvt um ferðin og konsentratiónin síðani fullu nakað nógv, so ikki minsti ivi um, hvønn vegin tað bar.
Og umframt málini, sum nú skolaðu inn, so fingu vestmenningar í øllum førum eina orsøk afturat at fagnast. Frá endanum av fyrra hálvleiki og restina av dystinum prógvaði Áki Olsen nevnliga, at hann kann gerast júst tann trumfurin, sum VÍF hevur tørv á í seinasta og avgerandi dystinum. Drúgvi skaðasteðgur hansara hevur higartil kostað at kalla eitt heilt kappingarár, men nú tykist endin av skaðasteðginum at vera náddur. Kanska er hann ikki so væl trimmaður, sum hann onkra aðru tíð hevur verið, og týskvøldið varð hann tikin út, hvørja ferð VÍF skuldi verja.
Men tá tað kemur til álopspartin, so er hann framhaldandi ein av vandamestu harrunum í føroyskum manshondbólti. Skotarmurin dugir framvegis at leggja bóltarnar knallhart og millimetra-presist úti við stengurnar, og so er spurningurin bara, hvørt hetta var dømi um, hvussu leikur fer at ganga leygardagin, ella um talan bara var um ein leikara, sum slapp at brillera upp á bíliga bakgrund.
Sannleikans løta
Í so máta verður talan um sannleikans løtu leygardagin, og tað er so eisini galdandi fyri alla manskappingina sum heild. Ein kapping, sum í nógvar mátar hevur verið ógvuliga svingandi, og har meira enn bara tað eina liðið man iðra seg um onkran dyst, sum ikki skuldi verið taptur ? men sum kortini varð tað.
Her tykist støðan nú vera tann, at tað vera tvey lið í viðráki, sum hittast leygardagin. Kyndil fekk við sigrinum á Neistanum av álvara staðfest, at teir ikki ætla sær at sleppa oddasessinum, sum teir hava hildið at kalla alt árið.
Vestmenningar hava fleiri ferðir verið dømdir over-and-out, men hvørja ferð hava umstøðurnar tó lagað seg soleiðis, at liðið aftur er sloppið inn í hitan, og nú standa teir við seinasta møguleikanum.
Møguleikarnir hjá Neistanum eru so eisini til staðar, men teir eru á einum somikið teoretiskum grundarlag, at tað neyvan er nakar, sum roknar við teimum.
Tí er alt lagt neyvt til rættis til leygardagin. Tað verður ein kappingarendi, har risarnir í føroyskum manshondbólti fara at gera av, hvør teirra er tann størsti.
Niðurteljingin er byrjað. Vit gleða okkum!
Dysturin í tølum
VÍF-StÍF 30-22 (15-10)
Málskjúttar
VÍF: Agnar Joensen 9, Áki Olsen 6, Sámal Joensen 4, Ingi Olsen 4, Daniel Rápa 3, Harald Bjørgvin 1, John Zachariassen 1, Áki G. Olsen 1, Karl Johan Djurhuus 1
StÍF: Leivur Justinussen 7(3), Alexandur Johansen 5, Bent Djurhuus 2, Sverri Justinussen 2, Jón Rasmussen 1, Artur Johansen 1, Pauli Hansen 1, André Danielsen 1
Brotskøst: StÍF 6
Útvísingar: VÍF 4, StÍF 4
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Høvdu bæði myndugleika og eina greiða linju gjøgnum allan dystin.