Fótbóltur
Í hálvfinaluni verða tað Chelsea og Barcelona, sum møtast í aðrari hálvfinaluni, og í hinari reinu ensku finaluni, vera tað Arsenal og Manchester United. Koma Chelsea og Manchester United í finaluna, verður talan um eina endurtøku av finaluni í 2008, tá Manchester United vann aftaná eina dramatiska brotssparkskapping. Koma Arsenal og Barcelona í finaluna, verður talan um eina endurtøku av finaluni í 2006, sum Barcelona vann 2-1. Arsenal mátti spæla við 10 monnum størsta partin av dystinum, tí málverjin, Jens Lehmann var útvístur. Møtast Barcelona og Arsenal í finaluni, verður tað ein ógvuliga kensluborin uppliving fyri Barca-framherjan, Thierry Henry, sum var ein stjørnuáleypari hjá Arsenal í fleiri ár. Møtast Arsenal og Chelsea í finaluni, so kemur annað av hesum liðunum at gerast europeiskur meistari fyri fyrstu ferð í søguni. Møtast Barcelona og Manchester United í finaluni, so verður talan um eina endurtøku av finaluni fyri steypavinnarar í 1991. Tann dystin vann Manchester United 2-1.