Klassiskt dømi um fremmandaræðslu

Í einsháttaðum fólkasamansetingum trívist ræðslan fyri tí ókenda best, og skapar ofta

gróðrarlíkindi fyri ógrundaðum páhaldum, sigur Rógvi Olavson, mentanarsosiologur

Gamlaárskvøld setti løg­maður hol á eina bløðru, sum tykist hava verið full av fremmandaræddari evju. Í nýggjársrøðuni hjá sær vildi løgmaður seta føroyingar inn í eitt altjóða høpi frá 2014, ið vitnaði ógvusligan ágang kring heimin. Fyri 2015 vildi løgmaður kanna møguleikan fyri, hvørt føroyingar ikki kunnu veita flóttafólki polit­iskt friðskjól. Við hesum ætlanunum tók drúgt kjak seg upp, sum spjaddi fólki í tvær legur – tey, sum gjarna vildu veita hjálp og tey, sum ikki vildu hoyra talan um at fáa fremmand fólk hendavegin.

Rógvi Olavson, mentanar­sosiologur, heldur tað tó ikki vera serliga løgið, at føroyingar bera ótta fyri muslimum.

– Verða vit konfronterað við eitthvørt ella einhvønn, sum vit ikki skilja ella hava stórvegis vitan um, so hava vit menniskju lyndi til at fylla hetta tómrúmið við ymiskum uppfatanum og, í  grundini, fordómum. So eg eri als ikki bilsin um, at nógvir føroyingar kjakast upp á handan mátan, sigur Rógvi Olavson.

 

Hann ásannar, at tað eru ávísar víðgongdar sannfør­ingar og hugsanir, sum kunnu vera vandamiklar, sum eitt nú víðgongdir islamistar, men tað rættvísger ikki, at allir muslimar verða flokkaðir saman við hesum. 

– Vit skulu ikki avvísa, at tað finnast ideologiir og áskoðanir, og summi vildu sagt átrúnaðir, ið hava vandamikil hugskot, sum eisini verða fylgd av vanda­miklum fólki. Men tá ið tað er sagt, so er tað eisini skelkandi, at nógvar av við­merkingunum í føroyska kjakinum, eru so ógvusligar og generaliserandi, sum tær eru, sigur Rógvi Olavson og tekur fram álopið á Charlie Hebdo sum dømi.

 

– Tað kann hugsast, at hesir yvirgangsmenninir somuleiðis líða undir einari líknandi fávitsku og tískil taka undir við ógvusligum páhaldum, sum verða rættað móti vesturlendingum. Tað er kanska motiverað av einari yvirnátúrligari trúgv – men tað ber sjálvandi bert til at gita um, sigur Rógvi Olavson, og vísir á, at við víðgongdum hugsanum, verður ein noydd­ur at minna seg á, at tað snýr seg um fá fólk, ið fylgja hesum hugsanunum.

 

– Talan er sjálvandi um ein minniluta, ið tekur undir við somu áskoðan sum hesir menninir, og tískil er meira hóskandi at rópa teirra jihadismu fyri eina ideologiska grein innan islam, heldur enn at bólka allan yvirgang undir diffusa  fe­lagsheiti 'Islam', sum bara er eitt paraplyheiti fyri túsundtals átrúnaðarligar hugsjónir.  Men hóast talan er um ein minniluta, so varpa fjølmiðlarnir nógv meira út um hvat júst hesin muslimski minoriteturin fremur av yvirgangi, enn hvat muslimar annars takast við.

 

Les alla samrøðuna við Rógva Olavson í Sosialinum frá mánadegnum.