Tað kostaði Danmark, at Kasper Søndergaard, sum er lámur, fekk ein álvarsaman løst fyrr í vikuni. Tað gjørdi álopspartin munandi minni fjøltáttaðan í fyrsta dystinum ímóti Póllandi í HM-millumbólki 2 ígjár. Danmark tapti eisini 32-28. Í fyrra hálvleiki var reint galið. Tá var Pólland á odda 20-12.
Men Ulrik Wilbek hevur handlað skjótt. Hann hevur sent boð eftir Klaus Bruun Jørgensen: - Hann kemur púra víst at spæla í dag. Ein av málsetningunum í dag, er at skora meir enn 2 mál tað fyrsta korterið. Klaus Bruun Jørgensen skal inn at seta ferð á spælið. Sjálvt um skotstyrkin hjá honum, ikki er tað, sum hon hevur verið, so kann hann við sínum aggresiva spælstíli seta ferð á, tá vit skulu leggja teir stóru makedonsku verjuspælarnar undir trýst. Tað kann eisini gerast ein fyrimunur, at teir ikki kenna hann. Hann hevur jú ikki spælt her niðri, og makedonarnir vænta óivað, at vit spæla við einum høgrahandaðum høgra backi. Sigur Ulrik Wilbek við danska TV2. Klaus B. Jørgensen kom núðstani til Zadar ígjár, og Wilbek angrar, at hann ikki sendi boð eftir honum fyrr. Millumbólkur 1 er mest sum avgjørdur, meðan alt kann henda í millumbólki 2 nú.
Skráin í dag: (stigini í klombrum)
Millumbólkur 1:
Kl. 15.30 Suðurkorea (0) - Frakland (6)
Kl. 17.30 Svøríki (2)- Ungarn (1)
Kl. 19.30 Kroatia (6)- Slovakia (3)
Millumbólkur 2:
Kl. 14.30 Serbia (3)- Pólland (2)
Kl. 16.30 Noreg (2)- Týskland (5)
Kl. 19.15 Danmark (4)- Makedonia (2)