Týsdagin og mikudagin í komandi viku verða myndir úr trimum nýggjum upprunaføroyskum barnabókum sýndar fram í Smiðjuni í Lítluvík. Bøkurnar talan er um eru Í Geyma eftir Dánial Hoydal, sum Hanni Bjartalíð hevur myndprýtt, Geistasteinar sum Edward Fuglø hevur myndprýtt, og Margreta og mjólkin, sum Bárður Oskarson hevur myndprýtt. Samstundis letur framsýning upp við øðrum verkum hjá Hanna Bjartalíð.
Hanni Bjartalíð er útbúgvin á Nordiska Kostskolan í Kokkola í Finnlandi, har hann starvast sum listamaður. Hann hevur sýnt nógv fram í Føroyum, á ólavsøku, várframsýningum, norðoyastevnu, og í Smiðjuni í Lítluvík. Eisini sýnir hann javnan fram uttanlands, serliga í Danmark og Finnlandi.
Við á framsýningini í Smiðjuni í Lítluvík hevur hann oljumálningar og grafikk. Hanni Bjartalíð arbeiðir nógv við smáum myndum, og tí vera eini 50-60 myndir við.
- Eg arbeiði ofta við eini tesu, sum eg geri eina myndarøð burturúr. Á myndunum royni eg so at lýsa ta upplivingina, sum liggur til grund fyri tesuna.
- Prosessin at mála er nógv meiri umráðandi fyri meg enn tað endaliga úrslitið. Tá ið myndin so er liðug, eru allir tankarnir, sum eru millum meg og myndina, burtur. Seinastu framsýningarnar hjá mær hava ikki verið so kommersiellar. Tær hava verið rættiliga alternativar og bera dám av altjóða list.
Bundin og tó
Bókin Í Geyma, sum Hanni hevur teknað til, er rættiliga nógv øðrvísi enn barnabøkur vit kenna. Og Hanni dylir ikki fyri, at tað hevur verið ein avbjóðing at gera myndirnar til bókina.
- Hetta er fyrstu ferð eg havi teknað til eina heila bók, og skal eg vera erligur, hevur tað ikki verið ein løtt uppgáva. Ikki minst tí, at so nógvir persónar eru í bókini, sum eg má læra at kenna fyri at kunna tekna teir. Tekningarnar eru gjørdar í samstarvi við høvundin, og tað í sjálvum sær hevur bundið meg eitt sindur. Høvundurin hevur havt eina ímynd um, hvussu persónarnir skulu síggja út, men hann hevur kortini givið mær fríar teymar og hevur góðkent míni hugskot. Ein teknari til barnabøkur má leggja seg upp at høvundinum. Tað hevur verið spennandi, ikki minst tí, at hetta er ein rættiliga nógv øðrvísi barnabók, sigur Hanni Bjartalíð, sum hevur teknað til bókina síðani seinasta summar.
Persónarnir í bókini hava nøvn, vit vanliga brúka sum tiltak, kúllur, gellan, skræðugák, kánus og so framvegis.
- Sjálvur hevur mær dámt best at teknað Klikkheys. Hann er tann fríasti, rennur runt og skrálar upp, sigur Hanni Bjartalíð.
Hanni Bjartalíð er ungur listamaður, sum longu hevur gjørt vart við seg við sermerktum stíli.
- Summi leggja meg undir at vera naivistur, men tað eri eg als ikki hóast tað minnir um.
Hann hevur ein gest við úr Finnlandi, Anna Seppala, sum er 27 ára gomul. Hon sýnir fram grafisk verk á framsýningini, sum verður opin frá týsdegnum og restina av vikuni.