Klinikkassistentar og amalgan

Pál Weihe
yvirlækni
?????
Í Sosialinum ígjár spyr Hanna Lisberg meg um kviksilvur í amalganinum, sum klinikassistentar eltu við berum hondum fyrr í tíðini, kann hava ávirkað heilsu teirra.
Kviksilvur finnist í ymiskum líki. Tað, sum vit her á deildini hava kannað, er lívrunnið kviksilvur, nevniliga methylkviksilvur. Í amalganfyllingum er kviksilvur í metallíki og so onnur metal eisini. Metalliskt kviksilvur verður lættliga tikið upp í mannalikamið, bæði gjøgnum lunguni, men eisini gjøgnum húðina. Við blóðinum verður tað síðani spjatt í kroppinum. Hetta slagið av kviksilvuri kann hava við sær bæði akuttar og kroniskar skaðar, serliga á heilan og á nýruni.
Hvussu nógv kviksilvur ein klinikkassistentur hevur verið úti fyri velst sjálvandi um, hvussu nógv kviksilvur var brúkt í arbeiðinum og hvussu arbeiðslagið var. Arbeiðslagið og reinførið viðvíkjandi kviksilvuri hevur óiva verið munandi annarleiðis, tá Kaaber starvaðist sum tannlækni, í mun til í dag, nú blandingin fer fram meira ella minni innilokað. Gangi út frá at flótandi metalliskt kviksilvur var blandað saman við einum pulvuri av øðrum metallum (silvur, tin, kopar og zink). Í sambandi við handfaringina av tí flótandi kviksilvurinum hevur verið góður møguleiki fyri at kviksilvurguva kom í andaleiðina hjá starvsfólki, bæði tannlækna og klinikkassistenti. Um kviksilvur, meira ella minni blandað, kom í samband við bera húð á fingrunum hjá assistentinum, ja so er tað sannlíkt, at eitt sindur er tikið upp gjøgnum húðina. Hvussu nógv kviksilvur, sum á henda hátt er tikið upp í kroppin er ilt at siga, men eftir míni meting kann tað væl hugsast, at onkur klinikkassistentur hevur fingið fitt av kviksilvuri í seg, sum kann hava sett síni merki á heilsustøðuna.
Við tað at kviksilvur spakuliga fer aftur úr kroppinum ber tó ikki til at kannað útsetilsi nógv ár seinni við at taka eina blóðroynd. Tað skal gerast meðan fólk eru í arbeiði ella stutt eftir.