Týski landsliðsvenjarin Jürgen Klinsmann fekk nakað av luft í sínum starvi, tá ið Týskland mikukvøldið vann heili 4-1 á USA, sum verður mett sum nummar 5 á FIFA-styrkislistanum. Sigurin kom sera væl við eftir 4-1 eyðmýkingina ímóti Italia herfyri.
Hetta hevur ikki verið lætt, men nú veit eg, hvørjir mínir fíggindar eru, so eg veit, hvørjum eg skal halda eyga við, sigur Klinsmann og fjalir ikki útyvir, at til dømis Stefan Effenberg er komin í svørtubók hjá honum.