Í Teilandi hava tey boygt seg fyri trýstinum, og tí verða seinastu 10 minuttirnir av Da Vinci-gátuni als ikki vístir
Hetta skrivar heimasíðan, M&C Movies, sum vísir á, at hetta er gjørt eftir trýsti frá fleiri enn einari millión kristnum í Teilandi. Hartil verður ein ávaring sett inn, áðrenn sjálvur filmurin verður vístur. Ein ávaring, sum klárt og týðiliga sigur frá, at talan er um fiktión og ikki fakta.
Hetta halda fleiri samkomur í landinum tó ikki vera nóg mikið. Tey vilja hava stjórnina at forbjóða filminum heilt.