Klippfisk við nýggjum skeiðum

Filmsverkstovan Klippfisk skipar um vikuskiftið fyri skeiði í at skriva leikrit Klippfisk setir um vikuskiftið gongd á skeiðsvirksemi, sum skal menna ung filmstalent í Føroyum. Klippfisk hevur leingi skipað fyri skeiðum í videoframleiðslu, men fer nú í holt við nøkur nýggj skeið.

- Tað er avgjørt eitt umhvørvi fyri filmsframleiðslu í Føroyum. Eg havi lagt merki til, at tað eru tey somu, sum eru virkin innan filmsframleiðslu, sum vóru sjónlig tá vit høvdu Agurk sendingarnar. Eitt rættiliga stórt tal av føroyskum talentum fara eisini víðari at útbúgva seg innan film, sigur hann.

Komandi skeiðið innan leikrit er tað fyrsta av fleiri skeiðum komandi tíðina. Millum skeiðini, ið Klippfisk fer at fyriskipa, eru skeið í dokumentar, framleiðslu og konseptmenning.

- Tað vísir seg at vera tvey ting ið mangla innan føroyska filmsframleiðslu. Tað eru góð handrit og góðir framleiðarar, ofta róptir produsarar. Ein góður produsari er eftir míni meining ofta minst líka umráðandi sum ein góður leikstjóri, sigur Jákup Veyhe.

Og ta støðuna skulu skeiðini hjá Klippfisk bøta um.

Fyrsta skeiðið í at skriva leikrit verður fríggjadagin frá klokkan 12.00 til 18.00, og leygardagin frá klokkan 10.00 til 16.00. Oddfríður Marni Rasmussen fer at leiða skeiðið og hugleiða um hvat setningurin sigur um persónin. Harafturat koma Jan Jørgensen og Hans Tórgarð við hvør sínum uppleggi um dramaturgi og tað at skriva. Ætlanin er at seta gongd á framleiðsluna av verkunum, um stundir vera til tað. Pláss er fyri 12 fólkum á skeiðnum, og fá pláss eru eftir til skeiðið.