Orðatakið sigur ”Tá neyðin er størst, er hjálpin næst”. Soleiðis skal tað sjálvandi helst vera, tá vanlukkur henda. Í døgunum 30. mei til 2. juni 2007 vóru tvey skeið í nýtslu av klippiútgerð í sambandi við ferðsluvanlukkur hildin á brandstøðini í Vestmanna.
Talan er um eitt samstarv millum donsku fyritøkuna Helpan, Tilbúgvingarstovuna og HTF-stovuna í Føroyum. Helpan er ein fyritøka, sum var sett á stovn í 1998 av Lindu Sachmann. Fyritøkan er í dag ein av teimum stóru í Danmark og selur m.a. fyrstuhjálparútgerð, eins og skipað verður fyri skeiðum í eitt nú fyrstuhjálp, bráfangisheilivági og annars hópin av øðrum skeiðum av tekniskum slagi.
Fyrireikararnir siga, at tað hevur stóran týdning at hjálparfólk læra at handfara klippiútgerðina rætt. Skeiðini vórðu hildin av góðkendu instruktørunum Flemming Hejdenberg, sum dagliga arbeiðir sum stjóri á høvuðsstøðini hjá Københavns Brandvæsen, og Lindu Sachmann frá Helpan.
Skeiðið var eitt sonevnt “Frigørelseskursus”, har dentur varð lagdur á at geva hjálparfólkunum neyðuga førleikan til at skera fólk leys úr bilum. Skeiðluttakarnir læra at samstarva sum eitt lið og læra t.d. um konstruktiónir av bilum, bussum og flogførum. Hvussu eitt vanlukkustað verður sperrað av og so sjálv uppgávan við at skera fólk, sum sita kleimd føst, leys úr akførunum og geva teimum skaddu fyrstuhjálp.
Áhugin og tørvurin er so stórur, at avtala er gjørd um fleiri skeið afturat. Tey næstu skeiðini vera longu hildin ávikavist 18.-19.juni og 20.-21.juni, meðan nøkur eisini vera í heyst. Tá verður farið víðari við einum yvirbygningi á hesi skeið, við serligum denti á at læra um at leysgera fólk um vanlukkur henda við størri lutum so sum flogførum, maskinum, lastbilum, bussum og øðrum vinnutólum.
Tað eru Jógvan Jensen frá Tilbúgvingarstovuni og Johannes Nilssen frá HTF-stovuni, sum eru stigtakarar og leggja skeiðini til rættis. Áhugað kunnu frætta nærri um skeiðini eins og tilmelding fer fram á tel. 235800 ella 215051. Teldupost adr.: [email protected]