Hálvan tíma eyka um vikuna, hevði verði ein góð tænasta at veitt okkara eldru borgarum í Tórshavnar Kommunu.
Í Danmark hevur seinastu árini verði møguleiki hjá eldri borgarum, at fáa eyka vitjanir frá heimatænastuni. Hendan skipanin snýr seg í stuttum um, at borgarin fær eina eyka vitjan , hálvan tíma um vikuna, útyvir vanliga heimahjálpstørvin. Borgarin velur sjálvur hvat hesar vitjanir skulu brúkast til, og nær tær skulu verða. Hvør vitjan telur ½ tíma, og er tað eisini møguleiki fyri at samla sær saman tímar, soleiðis at tú til dømis kann fáa tveir tímar eyka hjálp/tænastu fjórðu hvørja viku, í staðin fyri hálvan tíma um vikuna.
Í Keypmannahavn vóru tað 97 % av borgarum, sum høvdu hendan møguleikan, og tóku av tilboðnum. Tey vóru so sera væl nøgd og fegin um hesa klippikort skipan.
Hetta eru borgarar við skerdum førleika, sum fáa heimahjálp fleiri ferðir um vikuna.
Hendan skipanin er somuleiðis við til at hækka um lívsgóðskuna – til dømis við nýggjum samskifti, og upplivingum, sum tey sakna og ikki hava møguleika fyri í gerandisdegnum.
Royndirnar úr Danmark vísa, at tey flestu vilja sleppa út til eitthvørt, til dømis at vitja avvarðandi í kirkjugarðinum, á kafé, at keypa, ein gongutúr, baka eina køku, eitt gott prát, ella okkurt heilt annað.
Hugsast kann eisini, at tilboðið seinni kann víðkast til, at eisini bjóða røktarheimsborgarum hesa tænastu, og hví ikki , eisini heimabúgvandi eldri, sum ikki fáa heimahjálp og njóta gott av sama tilboð.
Eina slíka verkætlan sum hesa vil eg raðfesta at sett í verk í Tórshavnar kommunu um eg blívi vald í býráði tann 8. november.
Somuleiðis meti eg, at verkætlanir sum hendan júst er í tráð við visjónina hjá Tórshavnar Kommunu, virkin og vakin – alt lívið.
Tann aldrandi borgarin í Tórshavnar Kommunu kann fáa eina enn betur tænastu, okkurt at síggja fram til og gleða seg til, og ikki minst størri lívsgleði.