Kliptu í koyrikortið hjá fleiri bilførum

Løgreglan var úti um seg í gjár, bæði í Vágum og í Eysturoy

Í gjár var løgreglan rættiliga úti um seg í ferðsluni og í hesum sambandi vóru tey bæði í Vágum og í Eysturoynni og kannaðu ferðsluna. Úrslitið av tí var, at í Vágum fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið og í Eysturoy fingu fimm bilførarar klipp í koyrikortið. Teir koyrdu allir ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman har tað annar er loyvt at koyra 80. Oman á tað fáa teir eisini ein bót upp á 1.500 – 2.000 krónur í part.

 

Í gjárkvøldið fekk ein bilførari eisini bæði bót og klipp í koyrikortið í Eysturoyartunlinum. Hann hevði ikki tol at liggja aftan fyri ein lastbil og tískil yvirhálaði hann mitt inni í tunlinum, og tað er ikki loyvt.