Klokkan skal aftur flytast - bæði í ár og eisini næsta ár

Orsøkin er fyrst og fremst fyri at gera tað lættari at hava samband ímillum Føroyar og umheimin

Hesi seinastu 40 árini hava vit havt eina skipan, har klokkan verður flutt ein tíma fram um árið – og so verður hon aftur flutt ein tíma aftur um heystið. Tað merkir, at alt summarið hava vit eina serstaka tíðarrokning, sum vit vanliga kalla summartíð. Um veturin hava vit so vetrartíð, sum er vanlig tíð.

 

Nógv kjak hevur verið um hesa summartíðina, tí nógv halda, at hon er bara til fortreð. Men nú er greitt, at vit fáa summartíð í ár – og í hvussu so er eisini næsta ár.

 

Landsstýrið hevur akkurát lýst, at í ár verður summartíðin ímillum 27. mars og 30. oktober og næsta ár verður summartíðin frá  26. mars og 29. oktober. Tá ið summartíðin er í gildið um várið, verður klokkan flutt ein tíma fram og tá ið summartíðin endar um heystið, verður klokkan so flutt ein tíma aftur. Sostatt verður klokkan altíð flutt ímóti summarinum - um várið fram ímóti summarinum og um heystið aftur ímóti summarinum.

 

Fyri trimum árum síðani boðaðu ovasti myndugleikin í ES, at tey ætlaðu at endurskoða skipanina við summartíð. Men í ES ríða tey ikki sama dag sum tey saðla, og á hesum økið er einki hent enn.

 

Í Føroyum hava vit havt summartíð síðani 1981 – men vit høvdu eisini summartíð í Føroyum undir krígnum so at vit høvdu somu klokku sum ongland.

 

Summartíð var fyrstu ferð sett í gildi í Eysturríki og Týsklandi í 1916. Tá herjaði Fyrri Verðaldarbardagi og summartíðin varð sett í gildið fyri at spara olju. Endamálið var sostatt at fáa sum mest burtur úr teimum ljósu tímunum fyri at spara orku og tað vóru skjótt at fleiri lond settu somu skipan í gildi.

 

Men fyri Føroyar var ein avleiðing av tí, at so høvdu skrivstovur í Evropa og í Føroyum bara opið tríggjar, til 3,5 tíma ísenn um dagin. Tað var ein orsøk til at vit eisini fingu summartíð, so at tað varð lættari at samskifta við umheimin.

 

– Tað eru annars ikki nógvir vansar við at hava summartíð í Føroyum, tí tað er ljóst so leingi kortini, og tað hevur at kalla onga ávirkan á orkunýtsluna heldur, segði táverandi løgmaður, Aksel V. Johannese,  í 2017, tá ið spurningurin varð umrøddur á Løgtingið. Og hann segði, at so leingi hini londini í Evropa hava summartíð, er tað ynskiligt at eisini vit hava tað. 

 

Men ein fyrimunur fyri at flyta klokkuna ein tíma fram um várið, tá ið tað framvegis er rættiliga myrkt, er, at tað verður ljósari, tá vit fara til arbeiðis ella í skúla.

 

Formliga altjóða heitið fyri vetrartíðina er UTC. Tað er tað sama, sum vit fyrr nevndu Greenwich Mean Time, ella GMT og tað eru eini 70 lond, sum hava skipanina við summartíð.