Klokkan støðgaði

Í gjár vóru tjúgu ár síðani rokk-klokkan yvir øllum støðgaði, tagdi og fór úr tíðini.

 

Hin 9. februar 1981 slóknaði Bill Haley, sum í fimtiárunum skapti hugtakið rock and roll á plátu við sanginum »Rock around the Clock«. Tað var hin 12. apríl 1954, at William John Clifton Haley, sum fulla navn hansara var, spældi inn henda sang sum b-síðu á plátuni »Thirteen Women«. Upptøkan fór fram í New York og vakti lítlan áhuga. Haley hevði frammanundan roynt seg sum kovboy, men alt til fánýtis. Árið eftir, í 1955 er sangurin um klokkuna við í filminum »The Blackboard Jungle«. Glenn Ford hevur høvuðsleiklutin og sangurin verður bráddliga spældur víðahvar. Á henda hátt gjørdist Bill Haley fyrsti hvíti sangari, ið kom á almennu topplistarnar við einum rokksangi. Samstundis setti hann ferð á eitt nýtt fyribrigdi, har elektronikkur gekk hond í hond við uppreistrarsinnaðan ungdóm, sum legði líka í skilnaðin millum svørt og hvít. Og so kom Elvis. So tá John Lennon sigur, at »before Elvis there was nothing« er tað ein sannleiki við modifikatiónum. Ikki kann sigast, at Bill Haley, sum hóast alt gjørdist ein av lyklapersónunum í rokksøguni, kom til skorin klæði. Sjálvt útsjóndina hevði hann í móti sær í føgru nýggju ungdómsfikseraðu undirhaldsverðini. Farin um tey tredivu, heldur hilligur og so hárið og lokkurin, sum sloktur lá niður á ennið. Hetta kendist ikki eggjandi hjá ungdómi, sum var farin at klæða seg í leður. Og ikki minst keypa plátur. Ei undur í, at hin yngri og meiri tíðarrætti Elvis, skjótt trokaði hann av rókini. Haley og spælimenn hansara The Comets vóru tó nógv frammi millum 1955 og 57. Ikki færri enn 21 av plátum teirra komu á tiltikna Billboard listan, teirra millum »Burn that candle«, »See you later alligator«, »The Saint?s rock and roll«, »Rockin? thru the rye«, »Rip it up« og »Rudy?s rock«. Mett verður, at Bill Haley seldi fleiri enn 60 milliónir plátur meðan hann livdi. 56 ára gamal sovnaði Bill Haley stillisliga inn í deyðan, heima í Harlington, Texas. Rokkstjørnum líkt, hevði hann drukkið illani, nú klokkuverkið støðgaði og ikki orkaði meir. Haley, ið legði støði undir mest kollveltandi frambrotið í vesturheiminum í farnu øld, var farin úr tíðini.