Leygardagin verður 2. FM-finalan í SMS-deildini og 5. og avgerandi FM-finalan í Okkaradeildini. Klokkutíðirnar HSF hevur ásett til FM-finalurnar leygardagin eru ikki høggligar hjá einum miðli sum jn.fo, ið ikki hevur nógv fólk at rutta við.
Jóanis Albert Nielsen hevur verið trúgvur og drúgvur alt kappingarárið við beinleiðis tekstfrásøgnum frá SMS-deildini og Okkaradeildini. Men ein miðil sum jn.fo, ið hevur lítla manning er kroystur upp í ein krók av klokkutíðunum sum HSF hevur ásett til FM-finalurnar leygardagin. VÍF-Kyndil, kvinnur byrjar klokkan 18 og H71-Neistin, menn byrjar klokkan 20.
Jóanis Albert Nielsen plagar at møta ein hálvan tíma áðrenn dystarbyrjan fyri at verða væl fyrireikaður til beinleiðis tekstfrásagnirnar á jn.fo, og tí kemur tað tað dátt við hjá honum, at FM-finalurnar liggja klokkan 18 og klokkan 20. Um VÍF t.d. vinnur ella fær javnt, so má hann verða í Vestmanna og taka myndir og banda samrøður til klokkan er farin av 20, og tá er nógv ov seint at fara suður til Hoyvíkar til mansfinaluna. Tað er heldur ikki ein lesaravinarlig tænasta hjá brúkarunum hjá jn.fo um ein beinleiðis tekstfrásøgn byrjar tá 40 minuttir eru farnir av einum hondbóltsdysti.
- Eg vóni, at HSF broyttir klokkutíðirnar. Eg skilji heldur ikki hví liðini skulu spæla so seint. Klokkan 15 og klokkan 18 høvdu verið høggligar klokkutíðir, eisini hjá okkum í jn.fo, ið hava gjørt nógv við beinleiðis tekstfrásagnir í nøkur ár eftirhondini. Hetta kemur eisini illa við hjá hondbóltsáhugaðum fólki, ið vilja síggja báðar FM-finalurnar leygardagin, sigur Jóanis Albert Nielsen.