Klopp ger ikki sama mistak

Champions League: Liverpool fær í kvøld vitjan av Villarreal, men gestirnir verða ikki undirmettir

Í kvøld verður fyrra hálvfinalan í Champions League kappingini millum Liverpool og spanska Villarreal, ið hevur tikið øll á bóli við at koma í finaluna. Tað búgva bara 50 túsund fólk í lítla eysturspanska býnum, og tað hevur kanska verið ein fyrimunur.

 

Tí bæði Juventus og serliga Bayern Munchen høvdu úr at gera, við at rokna upp á víðari luttøkuna í Champions League, men stóðu eftir við ongum í ávikavist 1/8-finaluni og fjórðingsfinaluni. Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, ætlar ikki at gera sama mistak.

 

- Tað er ongin kjansur, at vit koma at undirmeta Villarreal. Eg havi stóra virðing fyri teimum og venjaranum, Unai Emery. Eg havi sæð dystirnar móti Juventus og Bayern Munchen umaftur, og tað er flott av Villarreal at vinna dystirnar, sigur venjarin hjá Liverpool.

 

Jurgen Klopp legði afturat, at spanska liðið er avbera væl fyri taktiskt og segði, at Unai Emery er ein venjari, sum má ganga høgt upp í smálutir. Liverpool vann í 2015/16 samanlagt á Villarreal í Europa League, men tapti móti Unei Emery og Sevilla í finaluni.

 

Unai Emery sigur, at hann sær Liverpool sum ein favoritt til dystin og heldur, at keypið av Luiz Diaz hevur gingið týska venjaranum fleiri møguleikar, sum ger tað torført fyri gestirnar, ið ikki kunnu taka nakran á bóli longur.

 

- Vit verða nokk ikki undirmettir longur. Tá tú ert komin í hálvfinaluna, so er tað tí tú hevur uppiborið tað. Hetta er tað besta Liverpool-liðið eg nakrantíð havi sæð. Tað er ein eyka motivatión hjá okkum, sigur Unai Emery á tíðindafundinum undan dystinum.

 

Liverpool verður væntandi uttan Roberto Firmino, meðan Villarreal verður uttan Gerard Moreno, sum er ein týðandi spælari hjá spanska felagnum.

 

Liverpool – Villarreal (20.00)

 

Væntaðar uppstillingar:

 

Liverpool: Alisson; Alexander-Arnold, Konaté, Van Dijk, Robertson; Henderson, Fabinho, Thiago Alcántara; Salah, Jota, Mané

 

Villarreal: Rulli; Foyth, Albiol, Torres, Estupiñán; Parejo, Capoue, Coquelin: Lo Celso, Alcácer, Danjuma