Fyrru fjórðingsfinalurnar í Europa League kappingini hava í kvøld verið spældar.
Størsti dysturin í kvøld var uttan stórdysturin í Dortmund millum Dortmund og Liverpool. Serliga merkisvert var tað, at Jurgen Klopp aftur vitjaði á Signal Iduna Park. Hann gavst í fjør summar sum venjari hjá Dortmund, eftir at hava verið har í nógv ár, og tók seint í fjør yvir sum venjari hjá Liverpool í Premier League.
Og hóast at Dortmund undan dystinum var mett sum ein rímuliga greiður favorittur av bookmakarunum, vísti Liverpool av álvara tenn. Kunnleikin hjá Liverpool venjaranum til mótstøðuliðið var ein fyrimunur fyri Liverpool, og heldur óvæntað legði Liverpool seg á odda í fyrra hálvleiki við málið frá Divock Origi.
Tíðliga í seinna hálvleiki javnaði Dortmund tó, tá Mats Hummels skallaði eitt innlegg í netið. Hóast restina av dystinum var undirhaldandi, har Liverpool var heldur nærri sigrinum, gjørdist endaliga úrslitið av dystinum eisini 1-1. Alt stendur tí víðopið til seinnu uppgerðina á Anfield millum feløgini.
Av øðrum spennandi dystum í kvøld, vann Sevilla sponsku uppgerðina móti Athletic Bilbao á útivølli 2-1, meðan Villareal vann 2-1 á Sparta Brag. Seinasti dysturin í kvøld var í Portugal, har Braga tók ímóti Shaktar Donetsk. Har vann Shatkar Donetsk 2-1.
Úrslitini í kvøld:
Athletic Bilbao – Sevilla 1-2
Dortmund – Liverpool 1-1
Braga – Shaktar Donetsk 1-2
Villareal – Sparta Prag