Klopp ruddar út

Ein leikari er farin, og tríggir aðrir væntast fara áðrenn flytingargluggin í annaðkvøld letur aftur

Liverpool venjarin, Jurgen Klopp, hevur í summar av álvara fingið setti sína mynd av tí sum hann ætlar skal vera nýggja liðið hjá Liverpool. Fimm leikarar eru komnir til hópin, meðan ein rúgva av leikarum eru ruddaðir út úr hópinum.

 

Og sum skilst, eru teir seinastu leikararnir ikki ruddaðir út úr hópinum enn. Liverpool seldi í gjárkvøldið spanska miðvallaran, Luis Alberto, til italska felagið, Lazio, og tríggir leikarar afturat eru á veg úr felagnum.

 

Teir tríggir eru italski áleyparin, Mario Balotelli, serbiski álopssinnaði miðvallarin, Lazar Markovic, og franski miðverjin, Mamadou Sakho.

 

Mario Balotelli hevur longu funnið sítt nýggja felag. Hann er í løtuni til læknakanning í franska felagnum, Nice, har hann skiftir til innanfyri næsta døgnið. Eisini røkist nógv fyri, at Lazar Markovic fer at skifta til AC Milan í Italia, sum fer at leiga serbiska miðvallaran.

 

Størsta ivamálið er, um Mamadou Sakho fer úr Liverpool. Hann hevur fingið greið boð frá Jurgen Klopp, at skiftir hann ikki felag áðrenn flytingargluggin letur aftur, skal hann ikki vænta sær at fáa ein einasta minutt í komandi kappingarárinum. Hann hevur longu sagt nei til feløg sum Stoke og West Bromwich, men Liverpool roynir desperat at sleppa av við franska miðverjan, sum kostar felagnum nógv í løn.

 

Sum sagt letur flytingargluggin í teimum stóru evropeisku deildunum aftur í annaðkvøld á midnátt.