Klovnar og klók orð í Geyma

Lellurin, Grenjisurran, Spyrjus og hinar stuttligu verurnar taka alskyns løgin orð í egnar hendur í sangleikinum Í Geyma, sum hevur heimsfrumsýning í vikuskiftinum



Hvussu síggja Grenjusurrur og Svansibobbar út? Hvat er man, tá man er til Yvirs, og hvar er til Viks? Og hvussu smakkar Rótasúpan og Vavgreytur við Ellibitum í?

Í nýggja sangleikinum Í Geyma hava øll hesi løgnu orðini fingið kropp og sál. Tey duga at syngja, klovnast og prumpa, so tú bæði situr í skellilátri og blívir munin klókari samstundis. Og fríggjadagin fara tey øll á pall í Norðurlandahúsinum at vísa, hvussu leikur fer, tá býtta Harkaliðið hóttir við at spilla stuttliga spælið í Geyma. 



Fortelja fyri eygunum

Tað er íslendska Áugústa Skúladóttir, sum hevur leikstjórnað sangleikin, og tað hevur ikki verið heilt lætt. Eitt er at skula gera løgin orð og máliskur til skapningar. Men fyri íslendska leikstjóran munnu nógv av hesum føroysku orðunum hava verið mest sum óskiljandi. Hvat meina vit til dømis við, tá vit siga, at onkur liggur sum lellurin? Hvussu veit leikstjórin, hvussu ein Lellur sær út?

Águsta Skúladóttir flennir.

- Tað finnur tú út av við at brúka títt hugflog. Og um tað ikki rakk, hava leikararnir verið óførir at greiða mær frá ella vísa, hvat hesi orðini merkja. Tað er til dømis ikki so torført at vísa, hvussu man sær út, tá man stendur sum Kánus, sigur leikstjórin, sum eisini hevur leitað sær íblástur í tekningunum í bókini í Geyma hjá Dánjali Hoydal.

Hóast tað kann vera ringt at ímynda sær, so heldur Ágústa Skúladóttir, at júst mongu orðaspælini í bókini hóska sera væl at gera til skapningar á palli.

- Sjónleikur er jú netupp eitt stað, har tú fortelur søgur við at vísa tær, also fortelur fyri bæði oyrunum og eygunum hjá áskoðararnum. Fyrimunurin við hesum leikinum er eisini, at øll kenna hesi orðini og minnast, hvussu tey sum børn royndu at ímynda sær, hvat tey merktu. Og seinni hava tey nokk sjálvi sagt hesi orðini við teirra egnu børn uttan at forklára, hvat tey merkja, sigur Ágústa Skúladóttir og leggur afturat, at so máta kann í Geyma av sonnum kallast ein familjuleikur. 



Pláss fyri øllum

Millum mongu skapningarnar í Geyma renna Gellan og Kúllurin og gera fortreð, pilka nøs og syngja prumpisangir. Tað eru tey bæði Rakul Thomsen og Petur Meinhard E. Andersen, sum spæla ávikavist Gelluna og Kúllin. Hóast bæði hava spælt sjónleik fyrr, líkist hesin leikurin ongum, tey hava roynt áður.

- Vanliga eru tað persónarnir, sum stýra søgugongdini í einum sjónleiki. Her er tað týdningurin av ymsum orðum, sum ger av, hvat hendir, og tað er ein heilt onnur avbjóðing, sigur Rakul Thomsen, sum ikki dylur yvir, at leikurin er sera krevjandi at spæla.

Hinvegin hevur tað verið sera læruríkt at spæla saman við nøkrum av royndastu leikarararnum í landinum, eru tey bæði samd um

- Tá tú ert umgyrdur av so professionellum leikararum allatíðina gevur tú alt, tú hevur í tær og eitt sindur afturat. Men tú fært eisini ótrúliga nógv afturfyri, so tað er um at súgva til sín, meðan man hevur kjansin, sigur Petur Meinhard E. Andersen, sum eins og Gellan er rættiliga hugtikin av sermerkta ævintýrheiminum í Geyma.

Boðskapurin er onkursvegna, at pláss skal vera fyri okkum øllum. Øll hava okkurt gott at bjóða - eisini um tey eita Jassur, Vittýggi, Klikkheys ella Roksimalena, siga Gellan og Kúllurin.