Páskini eru, saman við jólunum og hvítusunnu, størsta høgtíðin í kristnu trúnni. Hetta verður sum vera man hátíðarhildið í kirkjum og samkomum um alt landið, og eins og vanligt skipa ymisku trúarsamfeløgini fyri serligum páskastevnum.
Fríkirkjurnar, og kanska serliga karismatisku og hvítusunnusamkomurnar, fara í ár at savnast í Kelduni, sum bjóðar til páskastevnu.
- Páskirnar minna okkum á Jesu fullgjørda verk á Golgata, har Jesus doyði og reis upp fyri at geva øllum menniskjum ævigt lív og vón, skrivar samkoman í almennari innbjóðing.
Fyrsta møtið er Skírisdag klokkan 18.00 og seinasta møtið er annan páskadag klokkan 18.00.
Ofta er vanligt at útlendskir talarar verða boðnir at tala á hesum stevnum, men Keldan hevur í ár valt ein heilføroyskan leist, við einans føroyskum talarum. Pauli Høj, samkomuleiðari í Kelduni er ein teirra, eins og onnur kend nøvn úr Kelduni. Tað eru tó ikki bara tey sjálvi, ið sleppa framat, og á talaralistanum eru eisini umboð fyri Lívsins Orð í Saltangará, Filadelfia í Havn og Oasuna í Hoyvík, meðan kanska mest óvæntaða navnið er Bergur Debes Joensen, sóknarprestur.
Eins og vanligt vera nógvur sangur á møtunum, við luttøku úr nógvum ymiskum samkomum.
Barnamøti verða eisini og á familjumøtinum leygardagin vitjar klovnurin Bubu.
Á stevnuni verður eisini eitt áhugavert seminar hildið. Evnini eru Islam og kristnitrúgv og vøksturin og ávirkanin hjá kristnitrúnni heiminum i dag. Høgni Johannesen og Rúni Rasmussen halda hvør sín fyrilestur.
Væl dámda tiltakið “Á sanganna Veingjum” verður aftur hesuferð á stevnuni. Hetta er eitt sangtiltak, har øll fáa møguleika at syngja við.