Fyrr í hesi vikuni skrivaðu vit, at løgreglan hevði fingið tvær fráboðanir um harðskap seinasta vikuskiftið. Løgreglan greiddi sjálv frá hesum og sagt varð, at hendingarnar báðar - tí talan var um sjálvstøðugar hendingar, skiltu vit - vóru farnar fram inn í Club 20.. Hetta var bara ikki so, tíverri.
Veruleikin er nevniliga, at hendingarnar fóru fram í Klubbagarðinum og ikki inni í Club 20.
Skaðar umdømi
Toni Dam, sum starvast í Club 20, sigur við Sosialin, at tað er sera óheppið, at Club 20 verður tengd at slíkum hendingum, sum als ikki hava nakað við staðið at gera, tí teir persónarnir, sum vóru meldaðir, sleppa als ikki inn í Club 20.
? Vit hava eina sera greiða og einfalda linju, sum sigur, at vit ikki loyva slíkum persónum inn. Fólk, sum vit kenna fyri harðskap, og fólk, sum fyrr hava barst inni í Club 20, sleppa bara ikki inn og so einfalt er tað, greiðir Toni frá.
Tí, heldur hann, er tað sera óheppið, at teirra dansistað verður drigið upp í eitt mál, sum tað als ikki hevur nakað við at gera.
? Men vit hava verið úti fyri hesum fyrr, og tað er ótrúliga keðiligt, at alt, sum hendir har um vegir, verður tengt at Club 20, sigur Toni.
Stórt virksemi
Tað er einki yvir at dylja, at júst økið, sum Toni Dam, tosar um er eitt av teimum mest vitjaðu økjunum á kvøldi og um náttina.
? Klubbin heldur til har og tað ger Club 20 eisini. Men umframt tað eru eisini tvær matstovur og ein filmshøll, so tað sigur seg sjálvt, at tað kemur nógv fólk. Men tey koma ikki øll til okkara, sigur Toni.
Eins og øll onnur dansistøð, hevur Club 20 eisini fólk í starvi, sum hava til uppgávu at ansa eftir, at alt gongur friðarliga fyri seg innandura. Men kundu teir persónarnir ikki forðað fyri, at slíkt hendi á økinum uttanfyri?
? Nei, tað kunnu teir ikki, tí teir hava ikki loyvið til tess. Duravørðarnir arbeiða í Club 20 og ikki í Klubbagarðinum og tí hava teir einki at gera har, sigur Toni Dam.
Sum umboð fyri Club 20, hevur hann eisini gjørt vart við seg á løgreglustøðini, fyri at fáa teir at vera meira neyvir við sínum upplýsingum til fjølmiðlarnar.
? Og tað kann hava verið við til at skatt okkara virksemi og tað kann ikki vera meiningin, at løgreglan skal gera tað, sigur Toni.
Løgreglan váttar rættingina
Løgreglan í Havn váttar fyri Sosialinum, at tað, sum Toni Dam førir fram, er rætt.
? Tað er rætt, at tilfeldini eru hend uttanfyri Club 20 og ikki inni. Men annað tilfeldið er meldað, sum tað er hent inni í Club 20. Tíverri hava vit so brúkt Club 20 sum adressu og vit eru sera kedd um vit hava gjørt Club 20 ónáðir, sigur Súni Vinther.
Hann greiðir frá, at tá fólk umtalar Club 20, so er tað ikki altíð, at tey hava verið inni í klubbanum.
? Tað verður brúkt, sum ein adressa. Men vit geva teimum eina umbering fyri at vera brúktar í hesum samanhanginum, sigur Súni Vinther at enda.