Knørrur á netið

Tað legst til við fólki og bátum í høvuðsstaðarfelagnum á Skálatrøð, og nú hevur Róðrarfelagið Knørrur eisini fingið sína egnu heimasíðu. Hon verður fyrst og fremst eitt savningarstað hjá rógvarum og limum felagsins, og fer hon at umrøða heimin, soleiðis sum hann sær út frá Lágu kai. Hugt verður tó eisini út um eingjargarðarnar, og tey, sum hava almennan áhuga fyri kappróðri, finna eisini tilfar á síðuni, sum er á adressuni www.rk.fo