kappróður
Vit settu alt inn upp á at vinna á Ólavsøku. Hóast vit undan Ólavsøkuni høvdu tryggjað okkum meistaraheitið, so var tað einki sum eitur. Tað ber ikki til at damla seg til sigur. Tí góvu vit alt, sum var í okkum. Vit vunnu, og tá ið tú vinnur, kanst tú ikki klaga um nakað sum helst, og tað gera vit heldur ikki, søgdu fegnu vinnararnir av FM heitinum og ólavsøkuróðrinum.
Knørrur hevur tríggjar ferðir áður vunnið FM. Fyrsta ferðin var í 1985, og so vann Knørrur aftur í 1989 og í 1990. Hetta var bara onnur ferðin, at Knørrur bæði vann FM og ólavsøkuróðurin. Fyrra ferðin var í 1985.
Ørvur fekk besta startin og var fremstur, inntil bátarnir komu á Molan. So var tað, at Knørrur rættuliga fór undir uppvísningin. Fram við Molanum og harvið frammanfyri áskoðarafjøldini munaðu tøkini sera nógv, og tað var eingin ivi um, at hetta var rætti meistarin og ólavsøkuvinnarin.
Ørvur misti framvið Molanum. Argjabáturin tók akkurát Ørv, og hvørgin teirra kundi gera nakað við Knørr, sum var tað mesta av einari bátslongd undan teimum næstu.
Tað hevur leingi verið roknað við, at Nevið Reyða fór at gera um seg í síðstu kappingunum, men tað vísti seg ikki at verða soleiðis. Aftur hesa ferð var Nevið Reyða aftanfyri hinar tríggjar.
Nú er stóri spurningurin, hvussu tað næsta ár fer at verða við kappingini millum 8-mannaførini. Luttakaratalið hevur neyvan verið so lágt áður, sum tað hevur verið tað í ár. Tað hevði verið framúr, um fleiri høvdu tikið lut, og um fleiri høvdu verið við í kappingini um fremsta plássið.
Kvívíkingur hevur oftast verið ógvuliga drúgvur, men í ár var hann bara við á Fjarðastevnuni í Vestmanna.
8-mannafør Ólavsøku úrslit
NummarBáturTíð
1Knørrur4:19.04
2Argjabáturin4:21.05
3Ørvur4:21.15
4Nevið Reyða4:24.04