Knústir bilar minna á ferðsludeyða

Sunnudagurin er minningardagur teirra, ið eru deyð í ferðsluni, og sum vant, so verður gjørt vart við dagin á ymsum støðum kring landið, har fólk hava latið lív.


Í ár verður tó gjørt eitt sindur meira burturúr enn vanligt. Fólk, ið hava koyrt eftir landsvegnum seinastu dagarnar, hava helst varnast, at konteynarar eru settir upp ymsa staðni kring landið, millum annað við Sund, Skálabotni og við Áir, har ein bilur, ið hevur fingið stóran skaða, er settur upp á konteynaran.


Harumframt verður sum vant blómur lagdar á tey støð, har fólk hava latið lív í ferðsluni.


Ráðið fyri Ferðslutrygd upplýsti í gjár, at trý fólk hava latið lív í ferðsluni síðan minningardagin í 2015. Ein persónur í 2015 og tveir persónar í 2016.