Á Asfalt fer Knút Háberg Eysturstein aftur á pall undir egnum navni og við egnum bólki. Knút Háberg Eysturstein er virkið navn á føroyska tónleikapallinum. Umframt at leika á tangentar í bólkunum Gestir, Marius og Petur Pólson, er Knút eisini virkin sum solo-artistur, og í 2004 kom debutútgávan ?Havsglóð? út. Henda fekk góð skoðsmál bæði úti sum heima. Síðani ?Havsglóð? kom út, hevur Knút somuleiðis spælt úti sum heima, og er hann nú farin í holt við næstu soloútgávuna. Knút hevur í seinastuni arbeitt við demoupptøkum, og nú er nýggjur livebólkur eisini mannaður. Limirnir eru eins kendir á føroyska tónleikapallinum og telja Boga á Lakjuni, Niels Jákup í Jógvanstovu og Andreas Dalsgaard. Teir fýra lova atmosferiskar, súgvandi shoegazer tónar við grundstøði í einføldu og hjartaligu singer/songwriter kompositiónum hjá Knúti. Framførslan á Asfalt 2007 verður fyrsta høvi at hoyra spildurnýggja tilfari, ið arbeitt verður við. Vitjið eisini Myspace.com/knuthabergeysturstein.
Tíðindaskriv