<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hvat hava tit gjørt hesar dagarnar?
- Til almennu framførsluna spældu vit nakrar sangir, vit sjálvar hava gjørt. Serliga eru vit stoltar av sanginum Exteme, ið snýr seg um, at veruleikin ikki er so dapur, sum hann ofta tykist. Hugskot og íblástur til sangin kom av fyrstan tíð fríggjakvøldið, tá vit sótu og jammaðu á gólvinum. Fyrst skrivaðu vit bara okkurt humbukk, sum at enda hevði nógv at siga fyri okkum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hvussu er tað at spæla í bólki saman, tá tit bara eru gentur?
- Tað er kanska ikki so vanligt í Føroyum, at fýra gentur mynda ein tónleikabólk, men hetta órógvar okkum ikki tvørturímóti. Vit hava arbeitt væl saman, og hóast vit fingu møguleikan at læna onkran drong úr øðrum bólki, valdu vit heldur bara at grunda bólkin á tey ljóðføri, vit sjálvar duga at spæla á t.e. klaver, blokkfloytu og gittara.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hvat hava tit fingið burtur úr stevnuni?
- Hetta hevur verið eitt frálíkt upplivilsi. Vit hava allar knýtt nýggj vinabond. Helena býr í Keypmannahavn og er bara komin til Føroya fyri at luttaka á stevnuni, og henni høvdu vit ikki møtt, um vit ikki vóru her.Vit eru allar eisini á ein hátt farnar um okkara egnu mørk: tora at standa á palli og syngja og spæla fyri so nógvum áskoðarum, at skriva sangir og at smíða løg.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Kendust tit áðrenn?
- Nei, tað gjørdu vit ikki. Men hvør veit kanska hetta vinalagið fer at føra enn meira við sær. Tað hevði í øllum førum verið stuttligt, um vit hildu á fram at spæla tónleik saman, tí higartil hevur tað gingið stak væl.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hvussu var tað at framføra fyri almenninginum?
- Tað var frálíkt. Um hugsað verður um, at vit bert hava vant í tveir dagar, eru vit stoltar av okkara framførslu. Alt gekk, sum tað skuldi og áskoðararnir vóru við upp á tað.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$