Enn eru allar súður ikki syftar í málinum um framtíðina hjá Kirkjubøarmúrin, men landsstýrismaðurin í mentamálum, Signar á Brúnni, arbeiðir av øllum alvi við at loysa málið soleiðis, at Føroya Fornminnissavn sum ætlað sleppur í gongd við tiltøkini, ið skulu gerast í Múrinum, í summar hóast væl er útliðið.
- Vit hava arbeitt rættiliga dúgliga við málinum, síðani tað kom í landsstýrið síðsta summar. Málið hjá mær er at finna ein arbeiðshátt, sum allir partar taka undir við, soleiðis, at vit kunnu lyfta í felag og kunna fara undir arbeiðið. Slíkt tekur langa tíð, tí eg leggi ótrúliga stóran dent á at loysa málið í sátt og semju.
- Eg havi tosað við serkøn fólk á økinum uttan fyri Føroyar fyri sjálvur at fáa eina fatan av, hvussu hesi meta verndarspurningin viðvíkjandi Múrinum. Eingin kann seta fingurin á sjálva verkætlanina, sum er ætlanin at gera í Kirkjubøarmúrinum, og tí er verkætlanin hjá Søren Abrahamsen framvegis galdandi. Kanska eru møguleikar í verkætlanini, sum gera, at allir partar finna saman, sigur Signar á Brúnni, ið ikki vil gera neyvari viðmerkingar til, hvat hugsað verður um her.
- Hvat síðani skal gerast, tá ið sjálvur varðveitingarspurningurin er avgreiddur, taka vit støðu til tá.
Hóast Signar á Brúnni í fjør bar upp á mál, at hann fór at skera ígjøgnum í málinum, um glið ikki kom á, vil hann sera treyðugt taka hetta stigið.
- Eg leggi stóran dent á, at Kirkjubøar sóknar kommuna á ein ella annan hátt er við í tí, ið fer fram.
Orð ímóti orði
Tað var í fjør vár, at Føroya Forminnissavn skuldi í holt við verndartiltøkini, ið skulu gerast í Kirkjubøarmúrinum. Talan er um fyrsta varðveitingarstigið, ið fevnir um tryggingar- og konserveringstiltøk, har ein bráðfeingis verja verður sett yvir múrkrúnuna við tí endamáli at forða regni og vindi, og harvið fremja neyðuga spakuliga turking av múrverkinum.
Kirkjubøar sóknar kommuna steðgaði ætlanini, tí bygdaráðið metti seg vera sett til viks, men ikki minst tí, at tað setir stór spurnartekin við verkætlanina. Málið endaði á borðinum hjá landsstýrismanninum í mentamálum, sum síðani hevur arbeitt við málinum. Í hesum tíðarbili hava verkfrøðingar og serfrøðingar verið inni í málinum og kannað ætlanina. Niðurstøðan hjá verkfrøðinginum hjá Kirkjubøar sóknar kommunu er, at konstruksjónin, sum ætlanin er at seta upp á múrkrúnuna, fer ikki at halda í ódnarveðri, meðan í hinum borðinum verður sagt, at konstruksjónin verður gjørd á tann hátt, at hon tolir ta vindmegi, ið ein kann hugsa sær verður í Kirkjubø, tá ið hart leikar á.
Kirkjubøar sóknar kommuna skal geva loyvi til tað, sum skal fara fram viðvíkjandi Múrinum, og sóknir tvíheldur um, at bráðfeingisverjan er eitt byggimál. Hesum hevur Føroya Fornminnissavn roynt at grundgivið ímóti. Formaðurin í Kirkjubøar sókn hevur áður víst aftur, at togtuganin, ið kom í í fjør vár, er ein roynd hjá teimum at spenna bein fyri ætlanini.
Játtanin bíðar
Hvørja avgerð Signar á Brúnni fer at taka í málinum, soleiðis at glið kemur á og knúturin verður loystur, vil hann sum nevnt ikki siga nakað ítøkiligt um enn. Men vit vita, at hann í prinsippinum tekur undir við teirri avgerð, ið varð tikin í apríl í fjør av undanfarna landsstýrismanni í mentamálum. Og hon sigur, at Múrurin er eitt fornminni og ikki ein brúkslutur, og í øðrum lagi, at bráðfeingis verndartiltøk og verja skulu gerast. Síðani skal ein hugskotskapping skrivast út, sum finnur fram til eina endaliga loysn.
Í fjør var 1 mill. krónur sett av á fíggjarlógini til umvælingararbeiðið, og 1 mill. krónur er somuleiðis sett av í ár til Kirkjubøarmúrin.
Tað er byggifelagið Guttesen & Staksberg, sum í fjør fekk uppgávuna at innloka Múrin. Talan er um at gera eitt timburskelett við plátum, ið verður sett oman á múrkrúnuna og kemur niður til miðskeiðis á vindeyguni. Tískil verður Múrurin partvís innilokaður komandi árini, verður ætlanin veruleiki.