Knívmálið í rættin fríggjadagin

Maðurin í 20’unum, sum er ákærdur fyri at hava stungið ein eldri mann í miðbýnum í Havn, skal í rættin fríggjadagin. Hann er ákærdur fyri grovan harðskap og fyri afturvendandi harðskap.

 

Harðskapurin fór fram í garðinum millum Guðrun & Guðrun og Visit Tórshavn í Havn ein seinnapart í septembur. Í garðinum standa nakrir benkur og nøkur borð, og ofta sita fólk og drekka við borðið.

 

Sambært ákæranum hevur skuldsetti skorið ein annan mann um báðar skøvningarnar. Løgreglan hevði eitt sindur ringt við avhoyra vitnini, tí bæði ákærdi, órættaði og vitnini vóru drukkin. Løgreglan hevur tó seinni fingið hendur á eini videoupptøku frá degnum, sum nakrir ungir dreingir, sum av tilvild vóru til staðar, høvdu tikið upp á telefon síni.

 

Ákærdi maðurnoktar seg sekan og í grundlógaravhoyrinum segði verjin, at ákærdi handlaði í sjálvverju.

 

Maðurin hevur sitið varðhaldsfongslaður í Vestre fængsel síðani hendingina.

 

Orsøkin er, at varðhaldið í Mjørkadali ikki metir seg ført fyri at taka sær av manninum, sum áður hevur verið hóttandi og harðligur móti starvsfólki upp í Mjørkadali.