Landsrætturin hevur staðfest varðhaldsfongslingina av einum ungum manni, sum í januar mánaða varð varðhaldsfongslaður fyri millum annað at hava stungið vinmannin í beinið við einum knívi.
Maðurin var skuldsettur í trimum tilburðum: tveir teirra vóru um hóttanir, og triði var fyri at stinga við knívi.
Knívstungan fór fram leygarkvøldið 4. januar, har skuldsetti maðurin hevði verið á vitjan hjá vinmannnum. Teir høvdu kjakast um Donald Trump og politikk, tá tað kom til ilnar teirra millum, og endin gjørdist, at annar maðurin varð stungin í beinið við knívi.
Skuldsetti maðurin vildi tá vera við, at hann hevði stungið í sjálvverju.
Maðurin, sum hevur sitið í varðhaldið síðan 6. januar, hevði síðani kært varðhaldsfongslingina til eystara landsrætt, sum nú hevur staðfest varðhaldsfongslingina.
Meira er at lesa um tilburðin í Sosialinum frá 7. januar.