Knívstunga við Charlie Hebdo

Fýra fólk stungin nærhendis gomlu hølunum hjá Charlie Hebdo

Fýra fólk hava fingið løstir, eftir at eitt kníválop hevur verið við gomlu hølini hjá Charlie Hebdo í París í Fraklandi.

Fleiri altjóða miðlar boða frá, at tvey teirra løstaðu hava fingið álvarsamar løstir, og at hjá teimum stendur møguliga um lív.

Eygnavitni vildu vera við, at løgreglan leitaði eftir tveimum álopsmonnum, ið sluppu sær til rýmingar eftir álopið, og at álopsmenninir møguliga vóru í ella nærhendis Richard Lenoir metrostøðini.

Tað er nú greitt, at løgreglan hevur handtikið ein mann, og at talan er allarhelst bert um ein álopsmann.

Tað er framvegis ikki greitt, hvør orsøkin er til álopini, ella um tey yvirhøvur hava nakað við ógvisligu yvirgangsálopini í 2015 at gera.