Í kvøld verður farið undir miðumfarið í bólki 2 í EM endaspælinum í hondbólti, sum síðani síðsta friggjakvøld hevur verið í Kroatia.
Klokkan 17.15 spæla Týskland og Tjekkia, og klokkan 19.30 hittast Danmark og Slovenia.
Felags fyri Týskland, Tjekkia og Danmark er, at tey høvdu tvey stig við sær í miðumfarið. Slovenia hevði eitt stig við sær í miðumfarið.
Í báðum førum í kvøld er talan um lyklauppgerðir. Tað er rættiliga lítið sannlíkt, at tey liðini, sum einki stig vinna í kvøld, fara at hava nakran møguleika at vinna seg í hálvfinaluna.
Danskir miðlar vilja so ógvuliga fegnir hava, at danska liðið skal endurtaka bragdið, sum tað var næstsíðsta summar at vinna gull í OL. Eftir tapið og vónbrotið ímóti Tjekka var hýrurin ikki góður. Danmark reisti seg í fyrrakvøldið við sigri ímóti Spania, og nú síggja miðlarnir so mikið javnt upp á tað, at teir eru afturfarnir at tosa um, at Danmark hevur góðan møguleika at vinna gull.
Danski venjarin er ikki fegin um útsøgnina hjá miðlunum, og hann hvessir frá sær:
-Fyri tað um vit hava vunnið ímóti Spania er eingin orsøk at spáa, at vit fara at vinna okkum í finaluna og vinna gull. Útsøgnin vísir nógv minni virðing fyri mótstøðuliðunum, enn tey hava uppiborið, sigur Nikolaj Jacobsen, sum hevur allar sínar spælarar tøkar, nú Danmark fyrireikar seg til klokkan 19.30 at spæla ímóti Slovena.
Slovenia verður mest sum á heimavølli. Dysturin verður spældur í Varaždin Arena, sum er bara fjúrtan kilometrar frá markinum millum Slovenia og Kroatia. Tað vera slovenar í teimum flestu av teimum 5.400 sessunum.