Donsku poppstjørnurnar í KNA-Connected hava skund, tá teir sama kvøld spæla tvær konsertir í Føroyum
Tríggir rapparar: ein amerikumaður, ein kubanari og ein úr dominikanska lýðveldinum, allir búsitandi í Danmark, og allir rapparar, hetta er uppskriftin uppá KNA-connected, og uppskriftin riggar, við nummar eitt hitti í Danmark og framførslum um alt landið, hevur bólkurin vunnið sær nógvar fjepparar. Hetta vikuskiftið spælir bólkurin í Føroyum. Tvær konsertir eru á skránni leygarkvøldið, og tað er longu greitt, at talan ikki verður um langar framførslur. Bólkurin fer á pall í Mentanarhúsinum í Fuglafirði klokkan hálvgum tvey og longu klokkan trý trína teir á pall í Eclipse í Havn.