FERÐLA
Ráðið fyri Ferðslutrygd
Prutl er føroyska og løgfrøðiliga heitið á knallert. Eitt prutl skal ikki hava meira enn 50 kubikk motor og ikki koyra skjótari enn 30 km/t á sløttum.
Til hetta krevst bara vanligt koyriloyvi til prutl. Tær, danir kalla EU-súkklur, og sum vit kunnu kalla ES-súkklur, kunnu koyra 45 km/t, og her krevst, at førarin hevur annaðhvørt koyrikort til motorsúkklu ella til bil.