Knox fær sær kendan sakførara

Nú skulu fýra ár í italskum fongsli fyri drápið á búfelaga býtast um við milliónir fyri 24 ára gomlu Amandu Fox.

Eftir at vera dømd 26 ára fongsul fyri drápið á búfelaganum, Meredith Kercher, varð Amanda Knox frífunnin við rættin í Perugia, har hon læs. Hetta hendi 3. oktober í fjør.

Og nú skal hennara søga veita henni milliónir av dollarum. Og fyri at tryggja sær ein so góðan bókasáttmála sum tilber, hevur Amanda Knox fingið sær kenda sakføraran, Robert Barnett, at umboða seg.

Hann hevur áður umboðað so kend nøvn sum Barak Obama, Tony Blair, Bill Clinton og George W. Bush, tá hesir skuldu undirskriva bókasáttmálar.

Og Amanda Knox hevur eisini brúk fyri nógvum pengum, tí sambært The Independent hevur familjan brúkt yvir fimm milliónir krónur til sakføraragjald og ferðaútreiðslur.

Tað ger sjálvandi heldur ikki søguna verri, at Amanda Knox hevur eina vakra útsjónd. Hon er eisini vorðin eitt av heilt kendu nøvnunum heima í USA.