Knút í Sirkus

Í kvøld fer Knút Háberg Eysturstein á pall í Sirkus.

Um ein tíma fer Knút á pall í Sirkus í Vágsbotni í Havn.

 

 

Knút framførir sangir av útgávuni On High (Tutl, 2013) saman við Mattiasi Kapnas á klaveri, Per I. Højgaard Petersen á tamburin og Óluvu Dam á sang. Einari uppseting, ið ikki er roynd fyrr. 

Knút og Mattias spældu seinast saman á Mentanarnáttini á Christiansborg í Keypmannahavn í oktober mánaði, og gleða seg sostatt at spæla saman við Óluvu og Per undir heimligu umstøðunum niðri í Sirkus í Vágsbotni.

 

Manningin er henda:

 

Knút Háberg Eysturstein: sang, gittar
Mattias Kapnas: klaver
Per I. Højgaard Petersen: tamburin
Óluva Dam: sang