info
Ongi úrslit

Knút við lagi til yrking eftir Regin Dahl

Dagfinn Olsen
24. januar 2022 kl. 18:57

‘Ogn’ er heitið á triðja staklagnum av komandi fjórðu plátuni hjá Knúti. Lagið er skrivað til yrking hjá skaldinum og tónaskaldinum Regin Dahl (1918-2007). Staklagið verður útgivið fríggjadagin 28. januar.

Knút Háberg Eysturstein hevur í fleiri ár granskað tónleikin hjá Regini Dahl, og eitt úrslit av hesum arbeiði var bókin Heimurin, ið hvarv - sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin (Sprotin, 2019). Sum tónleikafrøðingur hevur Knút serliga arbeitt við tónaskaldinum Regin Dahl. Í hesum arbeiði er tað tó meiri enn so komið fyri, at Knút hevur verið hugtikin av skaldskapi Dahls.

Tónaskøld reagera ofta uppá skaldskap við at smíða løg til. Hetta var tað, sum Regin Dahl sjálvur gjørdi, og sum óvanliga virkið tónaskald setti hann lag til hundraðtals yrkingar eftir bæði føroyskar og evropeiskar yrkjarar. Kortini var tað sjáldan, at Dahl setti lag til egnar yrkingar. Knút hevur nú smíðað nøkur løg til úrvaldar Dahl yrkingar, ið vera við á hansara komandi plátu.

Eitt slíkt dømi er yrkingin ‘Ogn’, ið upprunaliga er úr yrkingasavninum Óttukvæði (1955). Regin Dahl skrivaði yrkingarnar í hesum savninum, tá ein røð av hansara fyrimyndum andaðust. Serliga kom tað sum ein skelkur, tá vinmaðurin og rithøvundurin Martin A. Hansen (1909-1955), av Stevns á Suðursælandi, brádliga doyði. Úrslitið gjørdist savnið Óttukvæði, ið varð ognað Martin A. Hansen og kom út eftir longri tøgn.

Sjálvur sigur Knút soleiðis um yrkingina og lagið, ið hann hevur smíðað til: “

- Henda yrking lýsir ómetaliga væl lívsins dupulta sorgblídni; at tað finst ongin vakurleiki uttan sorg, og at tað finst heldur ongin sorg uttan vakurleika. Tað var hesa kenslu, eg ynskti at raka við lagnum, og eg eri eisini fegin um tað, sum er komið burturúr við upptøkuni. Tað er tí við takksemi, at sangurin ‘Ogn’ verður útgivin.

-

OGN

Eg eigi tað varandi gleði,

ið vermir meg dag undan degi,

at lívið, sum meinslar, tað fjálgar við

og fjølgar í túsunda lið.

-

Eg veit, at um sjálvur eg farist

í vesælings øsku og ótta -

so livnar á hvørjum dunga

grasið hitt angandi unga.

-

Og smágentur, mjáar um miðju.

dansa við deyðans grindir -

og teirra vaknandi, væntandi kvið

lívgar í túsunda lið.

-

úr Óttukvæði, 1955.

-

 

Tónleikarar:

Knút Háberg Eysturstein: sang, synthesizara, effektir

Mattias Dimitris Kapnas: klaver, synthesizara, samples

Svend Torleik Mortensen: bass

Per Ingvaldur Højgaard Petersen: trummur, ásláttur

Jón Festirstein: violin, fiól

 

Lag: Knút Háberg Eysturstein.

Orð: Regin Dahl (1918-2007), upprunaliga úr Óttukvæði (1955). Nýtt við loyvi.

Framleiðari: Knút Háberg Eysturstein.

Co-framleiðari: Benjamin Petersen.

 

Lagt til rættis: Knút Háberg Eysturstein, Mattias Dimitris Kapnas, Svend Torleik Mortensen og Per Ingvaldur Højgaard Petersen. Strúkarar løgdu Knút Háberg Eysturstein, Mattias Dimitris Kapnas, Benjamin Petersen og Per Ingvaldur Højgaard Petersen til rættis. Inniheldur eina sampling úr ‘Aldan reyð’ hjá Orka (Jens L. Thomsen/Ólavur Jákupsson), upprunaliga av Óró (Tutl, 2011). Nýtt við loyvi.

 

Upptøkur: Benjamin Petersen í Rúmi 43, Hoydalar mars-apríl-mai 2021.

Miksing: Benjamin Petersen og Per Ingvaldur Højgaard Petersen í Rúmi 43, Hoydalar og Stökumörk, Innan Glyvur mai-juni 2021.

Mastering: Daniel Bacigalupi, Infrasonic Sound, Nashville í juni 2021.

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré.

Hondskrift: Knút.

Sniðgeving: Uni Árting.

Mest lisið hesa vikuna

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nations League: Átta dystir eru leiktir í dag

1 tími síðan
Fótbóltur

Myndir: Haaland gjørdi munin tá Noreg vann á Danmark

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Trúgvi Hávardsson var stóra hetjan hjá HK

2 tímar síðan
Tíðindi

Árni Andreasen gevur nýggjan sang út

2 tímar síðan
Tíðindi

Tjóðveldi vil taka løgregluna heim í 2028

3 tímar síðan
Tíðindi

El Niño: Hitin kann kosta 451.000 mannalív

4 tímar síðan
Tíðindi

Kjøtið dýrkað nærum átta prosent

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit kunnu ikki lata standa til, til hóttanin er í okkara túni

6 tímar síðan
Tíðindi

Faðir og dóttir á býráðsfundi

6 tímar síðan
Fótbóltur

Fjepparafelagið "Skansin" stuðlar Eydnudeildini

7 tímar síðan
Tíðindi

Hægri rentur og prísir minka um keypiorkuna hjá føroyingum

8 tímar síðan
Tíðindi

Søkt verður eftir nýggjum stjóra til Vørn

8 tímar síðan