Köpke vandi í Yndi

Fyrrverandi heimsins besti málverji vitjaði venjingarmiðstøð í Havn

Tá Bruce Springsteen vitjaði í Danmark herfyri, legði hann legði framvið í venjingarketuni Fitness World. Í Føroyum hava vit ikki havt vitjan av Bruce Springsteen, og vit hava heldur ikki nakra deild av Fitness World.


Tó so eru nógvar heimsstjørnur í Føroyum í hesum døgum – og ein teirra legði leiðina framvið í Yndi Fitness, sum er venjingarmiðstøð í Havn.


Talan var um Andreas Köpke, sum vardi málið hjá Týsklandi í 59 dystir, har hann var við at vinna EM í 1996. Köpke bjargaði millum annað brotssparki frá Gareth Southgate, tá Týskland og Ongland dystaðust í hesi kapping.


Sama ár var Köpke eisini kosin ársins málverji av FIFA.


Köpke spældi eisini HM-endaspælið í 1998, men hevði undan kappingini boðað frá, at hann eftir tað gavst á landsliðnum.


Í dag er 51 ára gamli Andreas Köpke málmansvenjari á týska landsliðnum. Men honum tørvar eisini venjing sjálvur, og tískil legði hann leiðina framvið í Yndi Fitness í morgun.


Av øðrum legendum, sum eru knýttar at týska fótbóltslandsliðnum uttan fyri vøllin, kunnu vit nevna eitt nú Oliver Bierhoff, sum eisini er við í Føroyum.