Fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kofi Annan, sum hevur fingið til uppgávu at royna semju í Sýrialandi, kom í dag til Moskva at rosa við russisku leiðsluna um júst støðuna í Sýrialandi.
Annan skal hitta russiska forsetan, Dmitrij Medvedev, og Sergej Lavrov, uttanríkisráðharra í morgin, og tá fer hann at vita, hvussu langt Russland er til reiðar at fara fyri at noyða á Bashar al-Assad og stýri hansara at taka herin úr býunum.
Mikudagin tók Russland undir við einari ST-yvirlýsing, sum eggjar pørtunum í stríðnum í Sýrialandi til at binda frið og at skipa eina leiðslu, sum umboðar allar stríðandi partar. Yvirlýsingin er ikki bindandi fyri sýrisku leiðsluna, og tað var tað, sum gjørdi, at Russland játtaði at taka undir við henni.
Úr Moskva fer Kofi Annan til Beijing, har hann skal tosa við teir kinesisku týsdagin.