- Koks er flaggskipið innan føroyska matlist, sigur dómsnevndin, sum hevur valt matstovuna Koks til Ársins Átak 2013
Í grundgevingini hugleiðir dómsnevndin millum annað um definitiónina av góðsku:
Hvat er góðska? Eitt slag av góðsku er at geva kundunum tað, ið teir vænta. Gev kundunum tað, ið teir vænta frammanundan.
Eitt annað slag av góðsku er at geva kundunum tað, ið kundarnir ikki væntaðu. Nakað, ið kundarnir ikki vistu, at teir vildu hava.
Kundarnir eru ovfarnir av hesum, og eru til reiðar at gjalda meira fyri vøruna. Kundin vil vera ovfarin.
Víðari sigur dómsnevndin, at Koks hevur elvt til undran og viðurkenning, bæði í Føroyum og uttanlands. Tí, sum so ofta frammanundan, so eigur slíkt ikki at bera til í Føroyum.
Dómsnevndin skýrir Koks at vera flaggskipið innan føroyska matlist
Eisini er matstovan er í uppskoti til bestu matstovu í heiminum.
Johannes Jensen, og Leif Sørensen tóku ímóti heiðurinum.
- Okkara avbjóðing er at vera glað. Ikki nøgd, men glað eina løtu, og so fara víðari móti nýggjum málum, sigur Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum, sum eigur Koks.
- Viðurkenning er altíð ein góð kenning. Men í morgin er aftur ein nýggjur dagur, sigur Johannes Jensen, nú hann saman við Leif Sørensen tekur ímóti heiðrinum Ársins Átak 2013.
Umframt at velja Ársins Virki kann dómsnevndin velja at heiðra eitt virki ella ein persón, sum hevur gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Hetta kann vera eitt einkult átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð.
Seinni í dag verður avdúkað, hvør er Ársins virki 2013.
Hesi hava verið Ársins Átak síðstu árini:
2012 Varðin Pelagic
2011 Jákup Zachariassen
2010 Vilt í Suðuroy
2009 Tórshavnar Matfestivalur
2008 Decision3
2007 Ikki valt
2006 Vinnuvitan
2005 Fariga Seafood
2004 Atlantic Airways, sáttmálin Aker Stord
2003 Formula.fo, Total View
2002 Teitur Lassen
2001 North Atlantic Fish Fair
2000 Ikki valt