Koks fær góða umrøðu á Forbes

Enn ein viðurkendur miðil, sum rósar føroysku matstovuni

Føroyska matstovan, Koks, hevur eftir hondini verið umtalað á nógvum virdum altjóða miðlum. Nú hevur viðurkenda amerikanska vinnublaðið, Forbes, eisini skrivað eina grein um forkunnugu føroysku matstovuna.

 

Tað verður skrivað sum ein reportasja, har journalisturin greiðir frá allari heildarupplivingini við at eta á Koks. Tað er amerikanskur journalisturin, Jeanine Barone, sum hevur skrivað frágreiðingina. Hon er kend fyri at ferðast runt og vitja støð fyri at greiða frá óhoyrdum og forvitnisligum upplivingum. Hesa ferð átti Koks tørn, og hon varð bergtikin av matstovuni og umhvørvinum við Leynavatn.

 

Ein Michelin-stjørna fær vanligvís ikki Jeanine Barone upp at flákra, men hon søkir heldur eftir einari gastronomiskari uppliving, har mentan, siðvenja og søga eru partur av matupplivingini. Av hesari orsøk bleiv hon, sum hon tekur til - forelskað í Koks.

 

Tað er Visit Faroe Islands, sum hevur fingið amerikanska journalistin hendan vegin. 

 

Greinin er at lesa á heimasíðuni hjá Forbes her.