Ein av mest spennandi ungu kokkunum í Noregi, Eline Haugan Bordvik, kemur til Føroya at arbeiða á Koks.
Tað er beint yvir eitt ár síðani, at hon fekk fyrsta styrkin frá útbúgvingarstyrkinum hjá KokkeKarla, Karla Siverts, sum skal stuðla ungum kvinnum í kokkayrkinum.
Komandi hálvtannað árið fer hon at arbeiða sum fastur kokkur á Koks við Leynavatn.
- Eg fór fyrstu ferð til Føroya beint eftir at eg hevði fingið styrkin. Eg hevði sæð Koks á Instagram og helt, at maturin hjá teimum var ótrúliga kul. So eg sendi teimum ein teldupost og bað um at sleppa at arbeiða har, og tað slapp eg, sigur hon við Godt.no.
Hon fekk tá eitt tilboð um at koma aftur, sum hon nú hevur tikið av. Í fyrsta umfari ætlar hon sær at vera verandi í hálvtannað ár.
- Tá eg fari hagar í august, er tað mitt í teirra sesong. So eg verið verandi í øllum førum hálvtannað ár, sigur hon.
Hóast hon bara er 22 ára gomul, umfatar lívsrenslið hjá Eline Haugan Bordvik longu fleiri av bestu og kendastu matstovunum í Noregi, sum Røst og Credo í Tróndheimi, umframt heimskendu Noma í Keypmannahavn.
Hon dylir ikki fyri, at tað er serliga tað ræsta, sum hugtekur hana við føroyska matinum.
- Av tí at har er so nógv hav rundan um oyggjarnar, verður luftin sera sølt. Rátt og fekst kjøt verður ræsað við heilt einfalt at verða hongt upp úti í sjóluftini, til dømis í hjallum. Hetta skapar ein sera serligan og spennandi smakk, sigur hon.
Sjálv vónar hon at kunna lata sína egnu matstovu upp ein dag.
- Eg vil fegin lata okkurt kul upp í Røros, og tá innan sonevnt fine dining, fínari matgerð. Men tað verður seinni, sigur Eline Haugan Bordvik.