– En af Nordens bedste restauranter, KOKS i Thorshavn på Færøerne, gæsteoptræder i København indtil 30. april, og den oplevelse bør man ikke snyde sig selv for.
Soleiðis skrivar Jesper Uhrup, ein av teimum heilt stóru matkritikarunum í Danmark, sum er eigari og redaktørur á kenda danska mat- og vínmagasininum, Gastro, um pop-up matstovuna hjn opstå med et relativt begrænset råvareudvalg. Kæmpe knaldfriske jomfruhummere, skærpekød på vædder, 'ræstfisk', søpindsvin og molbomuslinger er noget af det, man møder på menuen. Midtvejs i menuen skal man en tur ud i 'tørrehytten' til en skål suppe, et par snapse skænket i vædderhorn og smagsprøver på de øl, Mikkeller har lavet specielt til KOKS, skrivar hann.
Og Jesper Uhrup leggur afturat, at Noma eins og Koks eisini er á ferð. Kenda matstovan er í Avstralia.
– Og når katten er ude....! Koks i København er en af årets helt store oplevelser, skrivar hann.
Og Johannes Jensen, stjóri á Koks, letur sera væl at. Hann sigur, at tey hava havt opið fyri innbodnum trý kvøld.
– Tað hevur sera stóran týdning, at vit fáa fremstu matummælarar inn at royna matstovuna. Hetta er gjørt sum pr fyri Koks, men eisini sum pr fyri Føroyar og føroyska ferðavinnu.
– Koks er nú fimm ár, og til hetta høvið valdu vit at fara til Keypmannahavnar – tí júst Keypmannahavn er háborgin fyri matentusiasmu. Hesini fólkini koma ikki javnan til Havnar og soleiðis forbí Koks, men tað gera tey í Keypmannahavn.
– Tí er hetta pr fyri Koks, pr fyri føroyskar rávørur og pr fyri føroyska matmentan, sigur Johannes Jensen.
TRÝST HER fyri at lesa annað ummæli av Koks í Politiken.
Myndirnar hevur Claes Bech-Poulsen tikið