Kolibakteriur í drekkivatninum í høvuðstaðnum

Komandi vikuna mugu fólk í Havn, Hoyvík og Hvítanesi kóka drekkivatnið, tí kolibakteriur eru staðfestar í drekkivatninum frá Havnardalo og Villingardali.

Kanningin, sum Heilsufrøðiliga Starvsstova gjørdi týsdagin, staðfestir, at kolibakteria er funnin í drekkivatninum.

Kolibakteriur koma vanliga frá avfallið frá fugli og seyði frá haganum. Tað rennur síðani við ánni niður á vatnverkið; men hesaferð hevur reinsiverkiðeftirøllum at døma ikki dripið allar bakteriurnar.

Jógvan Andreasen, vatnmeistari í Tórshavnar Kommunu, harmast um úrslitið.

- Okkurt er sloppið framvið. Tað skal ikki henda, men tað kann henda, og tað er so hent nú, sigur Jógvan Andreasen við Rás2.

Ein nýggj kanning verður gjørd næsta týsdag, og tað úrslitið fyriliggur um eina viku.

Tórshavnar Kommunu mælir í kunngerð fólki í Havn, Hoyvík og Hvítanesi um at kóka drekkivatnið, meðan leitað verður eftir orsøkini til dálkingina, og nýggjar royndir verða tiknar.