Kollafjørður vil hava úrslit innan trivnaðin hjá børnum og ungum!

Levi Mørk, býráðslimur
----------

Tórshavnar býráð, hevur í kvøld við 2. viðgerð samtykt fíggjarætlanina fyri 2012. Har eru nógvar og góðar íløgur til frama fyri okkum øll í Tórshavnar kommunu.
Tað er nú eisini greitt, at ítróttarhøllin í Kollafirði skal útbyggjast fyri tilsamans 3 millónir kr. Talan er um, at innrættað loftið í ítróttarhøllini í Kollafirði til íttróttarvirksemi, ungdómsvirksemi og til býgdarfólkið.
Kollfiringar hava bíðað nóg leingi og ynskja nú at síggja úrslit, og tað er tí at fegnast um, at nú verður farið undir hesa innrættan og bygging fyrst í komandi ári.
- Loftið í ítróttarhøllini er tilsamans uml. 300 fermetrar.
Ætlanin er at byrja upp á arbeiðið beinavegin fyrst í komandi ári. Hetta eri eg sera fegin um, tí eitt er vist, og tað er Kollafjørður má síggja politisk úrslit,  sum serliga  er til gavn fyri trivnaðin hjá bygdini.
Eitt annað sera átrokandi mál, er ein nýggjur dagstovnur í Kollafirði og tað er mín vón, at hann verður raðfestur í 2013.  Somuleiðis verður ferðslutrygdin við Kollafjarðar skúla gjørd tryggari. Kommunan hevur sett 500.000 kr av til endamálið í 2012.